Fleiri snørislongdir frammanfyri Sambandsflokkin

Pauli Ellefsen hevur i Dimmalætting givið mær tað skoðsmál, at eg eri fleiri bátslongdir frammanfyri Tjóðveldisflokkin, tá tað ræður um føroyskt sjálvstýri

Pauli Ellefsen hevur i Dimmalætting givið mær tað skoðsmál, at eg eri fleiri bátslongdir frammanfyri Tjóðveldisflokkin, tá tað ræður um føroyskt sjálvstýri. Eg leggi ikki í at reypa, men haldi sjálv, at sjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum veruliga fara at føra til størri sjálvstýri, meðan loysingin hjá Tjóðveldisflokkinum bert er ein stuðul til Sambandsflokkin í tí, at einki skal henda á hesum øki.

Víðari nevnir hann tríggjar undangongumenn í Javnaðarflokkinum, Petur Mohr Dam, J. Fr. Øregaard og Johan Nielsen, og hann dregur fram, at hesir vóru samríkismenn.

Fyri at kanna hvussu er við hesum er vert at hyggja í grundsjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum.

Har verður um heimastýrislógina sagt m.a. at hon botnar í tí fulla og óskerda mannafrælsinum og at »tað er báðum tjóðunum, teirri føroysku sum teirri donsku, frítt at fara úr stjórnarliga og fíggjarliga felagsskapinum, ? Hesin generelli rættur til báðar síður røkkur líka at loysingini, um annar parturin skuldi komið til ta niðurstøðu, at fullur skilnaður úr ríkisfelagsskapinum vil tæna Føroyum og Føroya fólki best«.

Hesi orðini hevur Petur Mohr Dam skrivað. Sostatt er tað ikki Marita Petersen, sum hevur funnið uppá, at vit kunnu virka fram ímóti størri sjálvstýri.

Er javnaðarflokkurin fleiri bátslongdir framman fyri í sjálvstýrisspurninginum, so er og hevur hann altíð verið fleiri snørislongdir framman fyri Sambandsflokkin í spurninginum um trivnað og sosiala trygd hjá vanliga føroyinginum. Tað vóru eisini undangongumenninir í Javnaðarflokkinum.

Javnaðarflokkurin hevur sum eitt av fremstu málum at byggja út vælferðarsamfelagið, eisini í samstarvi við aðrar flokkar.

Sambandsflokkurin er og hevur verið, um Pauli vil viðurkenna tað ella ikki, ein afturhaldsflokkur á øllum økjum, eisini tá tað ræður um sosialpolitikk.

Størri sjálvræði merkir ikki afturgongd á nøkrum øki, heldur ikki á sosiala økinum, heldur tvørtur ímóti. Við størri sjálvræði fáa vit sjálvi ábyrgdina og møguleikarnar at gera skipanir, sum hóska til okkarar samfelag.

Men ein skipan, sum Sambandsflokkurin leggur upp til, har danskir flokkar beinleiðis stilla upp í Føroyum, har Sambandsflokkurin er eitt filial hjá danska vinstraflokkinum, kann lættliga føra til afturgongd. Við borgarligarligum stýri í Danmark fáa tey minni mentu ikki júst góðar dagar.

Javnaðarflokkurin vil varðveita vunnin rættindi á sosiala økinum og betra um livikorini hjá tí minni menta uttan mun til, hvør ræður í Danmark.

Veljið Javnaðarokkin 11. mars.