Fleiri túrar verða gjøgn­um Eystur­oyar­tunn­ilin 1. desember

Broytingarnar á leið 401 millum Klaksvík og Tórshavn verða klárar at seta í verk í seinasta lagi 1. desember

Tað sigur Jóhan Christansen, landsstýrismaður í samferðslumálum í svari til  Eyðgunn Samuelsen, sum setti honum ein grein 52a fyrispurning um málið.

 

Tingkvinnan spurdi soleiðis:

 

1. Nær kunnu fólk í Norðoyggjum og Eysturoy vænta, at fleiri túrar til Havnar verða koyrdir gjøgnum Eysturoyartunnilin?

 

2. Er nøkur loysn funnin á kostnaðinum fyri bussar hjá SSL at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin? Um nei, nær kann væntast ein loysn?

 

3. Hvussu langt er arbeiðið komið við at verkseta nýggju planleggingarskipanina?

 

Landsstýrismaðurin svarar, at Strandferðslan metir, at broytingarnar á leið 401 millum Klaksvík og Tórshavn verða klárar at seta í verk í seinasta lagi 1. desember 2025.

 

– Somuleiðis verður arbeitt við at gera tillagingar á øðrum leiðum, ið eru knýttar til millum annað leið 400 og 401, soleiðis at tænastan á hesum leiðum eisini gerst betri, sigur hann.

 

– Verandi prísir í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum eru tó framvegis ein fíggjarlig avbjóðing fyri at gagnnýta tunlarnar til størri títtleika á eitt nú leið 401. Tí verður møguliga neyðugt at finna sparingar á øðrum leiðum fyri at fíggja eitt økt túratal gjøgnum eitt nú Eysturoyartunnilin, sigur landsstýrismaðurin.

 

Nýggja planleggingarskipanin er nú komin so mikið áleiðis, at skipanin er at kalla klár at seta í verk, og til at nýta í dagligu umsitingini av bygdaleiðum.

 

– Planleggingarskipanin verður eitt týðandi amboð til at leggja til rættis dagføringar á verandi leiðum og í sambandi við komandi útbjóðing av bygdaleiðum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svarinum til Eyðgunn Samuelsen.