Fleiri túsund krevja Nicolás Maduro leyslatnan

Nýggjastu tíðindini úr Venesuela eru, at fleiri túsund fólk eru í gøtunum í høvuðsstaði landsins, Caracas, og mótmælisfólkini krevja, at USA letur Nicolás Maduro leysan

Sagt verður, at mótmælisgongurnar byrjaðu fáar tímar eftir, at rættarfundurin móti honum og konuni var byrjaður í New York seinnapartin í dag.

 

Seinnapartin í dag er eisini varaforseti landsins, Delcy Rodríguez, tikin í eið sum landsins virkandi forseti í Venesuela og beiggi hennara, Jorge Rodríguez, er afturvaldur sum leiðari fyri tjóðartingi landsins.

 

- Rodríguez-systkini hava starvast í tøttum samstarvi við landsin forseta, Nicolás Maduro, sum amerikanskar serdeildir tóku saman við konu hansara, skriva útlendskir miðlar í kvøld.

 

Á rættarfundinum í New York seinnapartin søgdu bæði forsetin og kona hansara seg vera ósek í amerikansku skuldsetingunum um eitt nú narkokriminalitet.

 

Tað var longu sunnudagin, at mótmælistiltøk vóru í høvuðsstaðnum í Venesuela, og mótmælistiltøk hava eisini verið í eitt nú Brasilia og London, veit www.tv2.no at siga í kvøld.

 

##med2##