Soleiðis skrivar Vestmanna kommuna:
Øll brekkan klødd við kava – kjúlala hey, fitt flyksingur fúkandi fleyg!
Kommunan steingir ovara part av Fjalsvegi í kvøld ímillum klokkan 18.00 og 21.00, so børn og barnsligar sálir kunnu stuttleika sær á góðu brekkuni.
So finn tær sletuna ella skíðirnar fram og kom út og hugna tær saman við øðrum.
Kommunan bjóðar heitt kakao til uppi er.
Ovari partur av Fjalsvegi verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hetta tíðarskeiðið.










