Í samband við valið varð politiska viðgerðin av umsóknunum um eftirskúlar útsett, men Olavus Jespersen væntar, at viðgerðin fer í gongd aftur, nú nýggjur mentamálaráðharri er settur.
Í dag er Skúlin á Trøðni einasta veruliga skúlatilboðið út yvir fólkaskúlan. Men hann er óegnaður til børn við tillagingartrupulleikum, tí hann er ætlaður til børn við størri trupulleikum.
Deildarleiðarin á Sernámsdeplinum, Hans Eli Dahl, váttar, at børn við tillagingartrupulleikum ikki fáa nóg góð tilboð í dag. Hetta kunnu vera børn við ADHD, men eisini børn sum eru kensluliga órógvað av øðrum orsøkum.
- Hetta er ein spurningur um pengar. Vit hava skikkað starvsfólk, so tað er ikki ein spurningur um starvsfólkamangul, sigur Hans Eli Dahl.
Men samstundis sum talan er um pengar, so snýr tað seg líka so nógv um raðfesting, ella sum Hans Eli Dahl orðar tað:
- Almannaverkið brúkar nógvar pengar at senda børn av landinum. Hesir pengar høvdu rokkið langt, um teir vórðu brúktir til ein føroyskan stovn.