Myndin, sum er av frystilínuskipinum Klakki, sum her liggur við bryggju í Klaksvík, er tilvildarlig. Myndina eigur Føroyska Sjómansmissiónin

Flestu frystilínuskip eru í útlendskum sjógvi

- Streymurin verður góður alla vikuna, men veðrið verður skiftandi, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Myndin, sum er av frystilínuskipinum Klakki, sum her liggur við bryggju í Klaksvík, er tilvildarlig. Myndina eigur Føroyska Sjómansmissiónin

Í løtuni fiska fimm frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og trý fiska í føroyskum sjógvi.

 

- Eitt frystilínuskip fiskar í Eysturgrønlandi, og eitt er á veg yvir á Flemish Kap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at okkurt frystilínuskip kemur inn at landa í vikuni.

 

- Ísfiskalínuskipið fiskar norðanfyri og kemur væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður alla vikuna.

 

- Veðrið verður skiftandi, men vit vænta, at nakað verður av útróðri, verður lagt aftrat.

 

 

 

 

 

Myndin, sum er av frystilínuskipinum Klakki, sum her liggur við bryggju í Klaksvík, er tilvildarlig. Myndina eigur Føroyska Sjómansmissiónin