Flestu partrolarapør eru til fiskiskap

Av teimum smáu trolbátunum er bara ein til fiskiskap í løtuni, men væntandi fara fleiri út, nú veðurvánirnar eru góðar

Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap.

 

- Tað eina parið er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Hini pørini fáa mest av upsa og nakað av hvítfiski.

 

Lagt verður aftrat, at sjeynda parið væntandi loysir skjótt.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Teir fáa eisini nakað av blálongu og svartkalva.

 

Av teimum smáu trolbátunum er bara ein til fiskiskap í løtuni. Væntandi fara fleiri út, nú veðurvánirnar eru góðar.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, nú trolbátarnir helst fara at loysa, at allir koma inn aftur at landa síðst í næstu viku.

 

- Trý garaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Væntandi koma tey øll inn at landa í næstu viku.