Fleyr er í báðum finalunum

Flogbóltssambandið hevur nú lagt skránna fyri, hvussu FM-finalurnar hjá kvinnum og monnum skulu spælast skírisdag og páskaaftan.

 

Teir fýra dystirnir, ið eru settir á skrá, verða allir spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, so skírisdag spæla menninir hjá SÍ og Fleyr klokkan trý og kvinnurnar hjá Drátti og Fleyr klokkan fimm, og páskaaftan spæla menninir hjá SÍ og Fleyr klokkan hálvgum tvey og kvinnurnar hjá Drátti og Fleyr klokkan hálvgum fýra.

 

Rás 2 fer at siga beinleiðis frá seinnu finalunum páskaaftan, altso leygardagin.

 

Vinna liðini hvør sína finalu, verður finalan avgjørd við einum gyltum setti. Undanfarin ár hava liðini spælt eina triðju finalu, men í ár er tað so gylta settið, sum skal avgera alt. Tað ger tað sama, hvussu nógv sett liðini hava vunnið í finalunum, stendur tað 1-1 í dystum, skal eitt avgerandi sett spælast afturat.

 

Spælt verður upp í 15, og minst tvey stig skulu vera á muni. Vinnarin av gylta settinum verður so Føroyameistari.