John Johannessen
Eyðun Klakstein
Føroyar fáa ikki ávirkan og innlit í NATO og tess verjusamgongur, fyrr enn vit hava fingið fullveldi og eru vorðin limir í Partnership for Peace ella líknandi felagsskapi undir NATO.
Hetta staðfestir løgmaður í sambandi við nógva kjakið, sum hevur tikið seg upp, síðani hernaðarliga støða Føroya kom á dagsskránna í sambandi við samráðingarnar við danir.
- Verða vit verðandi í hesi ríkisrættarligu støðuni, hava vit einki at siga í hernaðarmálum, somuleiðis sum vit ikki hava rætt at vita, hvat hernaðarligt virksemi fyriferst í Føroyum, sigur løgmaður.
Anfinn Kallsberg vísir á, at Føroyar í ríkisfelagsskapinum eru limir í NATO, tí Danmark er limur. Føroyska fólkið hevur ikki møguleika at gera av, um tað ynskir hetta ella ikki.
- Løgtingið hevur fleiri ferðir seinastu 30 árini samtykt, at Føroyar skulu vera uttan fyri NATO. Men hendan avgerð er aldri tikin til eftirtektar, ger løgmaður greitt.
Mugu taka støðu
Fara Føroyar úr ríkisfelagsskapinum, noyðast føroyingar at taka støðu til, hvør verjupolitiska støðan skal vera.
Hetta gjørdi landsstýrið sær greitt, áðrenn tað fór at samráðast við donsku stjórnina um føroyskt fullveldi. Umsitingin í landsstýrinum hevur í sambandi við samráðingarnar arbeitt við trygdarspurninginum, og eitt innanhýsis upprit um trygdarmál og føroyskt fullveldi er gjørt á uttanlandsdeildini hjá Løgmansskrivstovuni. Hetta upprit hevur Sosialurin fingið innlit í.
Har verður gjørt greitt, hvørjar møguleikar Føroyar hava í verju- og trygdarmálum, um fullveldi verður veruleiki, og hvørjar treytirnar eru, um Føroyar halda fram í felagsskapi við Danmark.
Niðurstøðan er, at vit hava lítlan møguleika at gerast fullgildugir limir í NATO ? í øllum førum í nærmastu framtíð.
Orsøkin til hetta er, at fullur limaskapur í NATO gevur Føroyum eins nógv vald og stórveldunum, tá avgerðir skulu takast. Við fullgildugum limaskapi kunnu Føroyar leggja veto móti týðandi avgerðum, NATO skal taka, og hetta fer NATO neyvan at lata Føroyum upp í hendi.
Harafturat er einki fordømi um, at so lítil tjóð sum Føroyar er vorðin limur í NATO, og tí fer ein møguligur limaskapur hjá Føroyum at verða fyridømi. Hetta fer eisini at leingja um tíðina, áðrenn Føroyar kunnu sleppa uppí.
Mest hóskandi loysnin
Men hóast føroyingar fáa trupult við at sleppa upp í sjálvan NATO-felagsskapin næstu nógvu árini, eftir at fullveldi er veruleiki, eru aðrir kjansir. Tann mest upplagdi er Partnership for Peace, sum er ein felagsskapur undir NATO.
Professor Michael Clarke, sum starvast á Centre for Defence Studies í London, hevur í einum uppriti, sum hann í trúnaði hevur skrivað til føroyska landsstýrið, mett um møguleikarnar hjá Føroyum í verjusamanhangi. Hetta uppritið hevur aðalskrivarin í NATO parlamentinum lisið og viðmælt. Sosialurin hevur fingið hendur á hesum skjali.
Michael Clarke heldur, at júst Partnership for Peace passar sera væl til føroyska tørvin, tí í felagsskapinum eru ymsir møguleikar fyri hernaðarligum og politiskum samstarvi.
Hann heldur, at einar sjálvstøðugar Føroyar høvdu uppfylt treytirnar fyri at sleppa við í hendan felagsskapin, og tað bara hevði snúð seg um mánaðir, áðrenn Føroyar høvdu fingið limaskap.
Gerast Føroyar limir í hesum verjufelagsskapi, er neyðugt, at vit eisini lata nakað til felagsskapin. Vit fáa fullveldi frá dønum ? eisini tá tað kemur til at fáa innlit og ávirkan. Men samstundis verða vit eisini noydd at geva eitt sindur.
Hetta merkir, at Vaktar- & Bjargingartænastan, bjargingarfeløg, løgregla, sjúkrahús og aðrir felagsskapir eru við í arbeiðinum hjá verjufelagsskapinum.
- Føroyar skulu sjálvsagt taka lut í slíkum arbeiði, og hetta er longu nakað, vit gera, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Til spurningin, um vit eru noydd at lata frá okkum sjó- og landøki til NATO, vísir løgmaður á, at tað eru vit longu noydd til, men hava onga ávirkan á tað.
- Fáa vit fullveldi, fáa vit eisini ávirkan, heldur Anfinn Kallsberg.
Mugu útbúgva fólk
Føroyar skulu uppfylla ávís krøv, gerast vit limir í Partnership for Peace og skulu samstarva um millum annað verju og bjarging.
Hetta staðfestir landsstýrið eisini í innanhýsis arbeiðsskjali sínum. Millum annað verður víst á, at tað kann vera ynskiligt, at einstakir yvirmenn í føroysku trygdar- og verjuskipanini fáa ávísa hernaðarliga útbúgving.
Útbúgvingina ber til at gera avtalu um at fáa í onkrum av grannalondunum.
Landsstýrið vísir í hesum sambandi á, at Ísland hevur avtalu við Noreg um sjóverjuútbúgving av yvirmonnum til íslendsku verjuskipini.
Í uppritinum, sum Michael Clarke, professari, hevur gjørt, vísir hann á, at tað er neyðugt, at umleið 100 fólk fáa hernaðarliga útbúgving, fyri at tað skal bera til at reka eina hóskandi og væl virkandi tilbúgving.
Somuleiðis vísir Michael Clark á, at tað kann gerast neyðugt at menna føroysku løgregluna, um møguleiki er fyri, at fullveldis Føroyar kunnu verða nýttar ólóliga í sambandi umskiping og annað líkandi.
Ósagda váttanin
Hóast landsstýrið vil hava formelt samstarv um verjupolitikkin, og allir møguleikar fyri slíkum eru og verða kannaðir, standa Føroyar ikki á berum, fyri tað um einki samstarv fæst um verjuna.
Í innanhýsis uppritinum hjá Løgmansskrivstovnuni verður staðfest, at hvønn Føroyar enn fara at samstarva við um verju- og trygdarmál, verður tað bretska sjóverjan, sum hevur skyldu at verja Føroyar. Føroyar liggja í tí, sum verður roknað sum bretskt umráði, og tí hevur landafrøðin meira at siga, enn hvat politiski veruleikin nú einaferð er.
- Tískil er altíð eitt slag av ósagdari trygdarváttan til staðar, og hetta eiga føroyskir myndugleikar at verða greiðir um, tá ið mett verður um trygdarvandan, stendur at lesa í uppritinum.
Undir seinna heimsbardaga vóru tað júst bretar, sum komu til Føroya fyri at verja umráðið ímóti týskarum, og soleiðis verður eisini framyvir. Føroyar liggja so nær Bretlandi, at tað í eini krígsstøðu verður okkara grannaland fyri sunnan, sum skal verja okkum.
Í uppritinum sæst aftur, at landsstýrið hevur stórt álit á bretum. Teir verða mettir sum ein møguleiki at gera verjusamstarv við, og um Føroyar høvdu gjørt samstarv við Bretland, heldur landsstýrið, at tað hevði verið møguleiki fyri, at bretar fóru at lata føroyingar reka Mjørkadalsstøðina.
Greiðar útmeldingar
Landsstýrið ásannar eisini, at tað er neyðugt, at landsstýrið meldar greitt út, hvat landsstýrið vil viðvíkjandi trygdarmálum.
Víst verður á, at ein greið útmelding frá landsstýrinum kann vera, at landsstýrið umhugsar at søkja um NATO limaskap beint, sum føroyskt fullveldi er staðfest, og at fyrsta stig í hesum er, at Føroyar verða limir í Partnership for Peace.
Hetta eru kollveltandi útmeldingar samanborið við støðuna, føroyskir myndugleikar síðani seinna heimsbardaga hava havt til hernaðarmál.
Løgtingið hevur fleiri ferðir samtykt, at Føroyar skulu halda seg uttan fyri alt hernaðarligt virksemi.
Fyrsta samtyktin er frá 1940, tá løgtingið undir bretsku hersetingini samtykti at senda bretska hervaldinum skriv, har víst varð á, at Føroyar ynsktu at halda seg uttan fyri bardagan.
Beint eftir seinna heimsbardaga ? í 1950 ? var løgtingið ímóti ætlanunum um, at heimaverja varð sett á stovn í Føroyum.
Síðani kemur radarstøðin á Sornfelli, og í 1961 mótmælir løgtingið, at hermenn verða knýttir at Sornfelli og Loranstøðini á Eiði. Eisini mótmælir løgtingið, at hernaðarútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki.
Føroyar eru kortini limir í NATO, av tí at ríkismyndugleikin, Danmark, er limur.
Trygd í sær sjálvum
Í 1969 legði Karsten Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum fram uppskot fyri tingið um at fáa hetta broytt. Í uppskoti sínum mælti hann til, at »álagt verður Føroya Landsstýri at krevja av ríkisstýrinum, at Føroyar frá 1970 at rokna ganga úr NATO felagsskapinum«
Uppskotið varð ikki samtykt, men beint í nevnd.
Stórur meiriluti í nevndini kom við nýggjum uppskoti. Hetta uppskotið segði einki beinleiðis um NATO, men tað ynskti tó, at Føroyar vórða hildnar uttan fyri ósemjur landanna millum og hermálsligar samgongur. Somuleiðis mótmælti uppskotið, at hermenn vórðu knýttir at støðini á Sornfelli ella at Loranstøðini á Eiði. Harafturat skuldi krígsútgerð ikki goymast á føroyskum øki.
Uppskotið varð samtykt við 15 atkvøðum móti ongari.
Síðani eru ikki fleiri løgtingssamtyktir gjørdar móti hernaðarmálum. Men føroyingar hava dúgliga gingið skrúgongur og mótmælt øllum hernaðarligum virksemi í Føroyum.
Nú stigið verður inn í 21. øld, og vesturheimurin er vorðin friðarligari, er mótstøðan móti hervaldi í Føroyum ikki tann sama, sum hon hevur verið, og orsøkin til, at landsstýrið nú er farið at melda so greitt út um støðu Føroya til verjupolitik er, at landsstýrið ásannar, at Føroyar hava stóran týdning verjupolitiskt.
Landsstýrið metir tað vera eina trygd í sær sjálvum, bæði fyri Føroyar og fyri grannalondini, at Føroyar hevur eina greiða verjupolitiska støðu.
Hendan støðan er, at Føroyar sum fullveldi á ein ella annan hátt skulu vera við í samstarvi innan fyri NATO felagsskapin.
FAKTABOKS
- - - - - -
Verjuvalið
Um Føroyar taka fullveldi ella gera nýggjan ríkisrættarligan sáttmála við Danmark, heldur landsstýrið, at møguleikarnir í trygdarpolitikkinum eru hesir:
: Føroyar gera semju við NATO um verju landsins - Partnership for Peace
: Føroyar gerast limur í NATO
: Sáttmálin við Danmark fevnir eisini um verjumál
: Føroyar gera verjusáttmála við Bretland
: Føroyar gera verjusáttmála við USA
Møguleiki er bæði at verða við í einum felagsskapi og at gera eina verjuavtalu við einstakt land, sjálvt um seinni møguleikin ikki er væl dámdur. Eisini er gjørligt at samantvinna fleirtjóða og tvítjóða samstarv.