Á myndini sæst, at vongurin, sum endaði uppi á garðinum, hevur fingið skaða. Mynd: Privat

Flogfar í Gardemoen rendi á ein garð

Annar vongurin á einum flogfari hjá Norwegian endaði uppi á einum garði í Gardemoen í morgun, tá flogfarið við 138 ferðafólkum umborð skuldi flúgva úr Oslo til Stokkhólm.

 

 

Á myndini sæst, at vongurin, sum endaði uppi á garðinum, hevur fingið skaða. Mynd: Privat

Flogfarið skuldi upprunaliga fara á flog í morgun klokkan 08.30, men tá tað skuldi fara út á vøllin til fráferð, endaði annar vongurin uppi á einum garði.

 

Norska kringvarpið NRK veit í morgun at siga, at einki av ferðafólkunum fekk mein í hendingini, og øll ferðafólkini - 138 í tali - vórðu flutt í eitt annað flogfar til Stokkhólm.

 

Samskiftisleiðarin hjá Norwegian í Danmark, Sara Neergaard, sigur, at tað í løtuni er ógreitt júst, hvat hendi, og hetta verður ikki greitt, fyrr enn málið er kannað.

 

Norska kringvarpið NRK hevur skift orð við 23 ára gamla, Håvard Johan Lyseggen, sum var millum tey 138 ferðafólkini í flogfarinum.

 

Hann er lærlingur í einari KT-fyritøku og skuldi til Stokkhólm á sína fyrstu arbeiðsferð, har hann skuldi hitta starvsfelagar úr ymiskum londum.

 

- Eftir ætlan skuldi hetta vera hugni, men nú standa vit her og hyggja niður í kavan, sigur hann við NRK.

 

Håvard Johan Lyseggen sigur, at hann var komin umborð í flogfarið, tá hann merkti, at flogfarið byrjaði at ristast, og varð rópt inn aftur av vøllinum.

 

Tíðindavaktin hjá Norwegian, Sara Neergaard, sigur, at stoyturin helst hevur ført til, at ein partur av øðrum veinginum, sum hongur fastur í garðinum, er oyðilagdur.

 


 

 

 

 

Á myndini sæst, at vongurin, sum endaði uppi á garðinum, hevur fingið skaða. Mynd: Privat