Flogfør og tyrlur taka lut í sløkkiarbeiði á Mærsk-skipi

Fleiri skip eru við til at sløkkja eld á bingjuskipi, sum hevur vart í nógvar tímar

Indianska sjóverjan stríðist framvegis við at fáa tamarhald á eldinum á skipinum Maersk Frankfurt.

 

Tí vórðu ymisk skip send út seinnapartin leygardagin at hjálpa til við at sløkkja eldin á bingjuskipinum hjá Mærsk.

 

Hetta skrivar indiska sjóverjan á sosiala miðlinum X.

 

Millum annað flogfar, tyrla og trý skip luttaka í sløkkiarbeiðinum.

 

Eldurin kyknaði fríggjakvøldið okkara tíð umleið 100 sjómíl - 185 kilometrar - frá indiska statinum Goa í Arabiska havinum.

 

Í góðan hálvan dag hevur indiska sjóverjan stríðst móti eldunum.

 

Í uppslagnum eru eisini fleiri myndir og video frá átakinum deildar.

 

Her sæst millum annað eitt minni skip sproyta vatn á stóra bingjuskipið við vatnkanón.

 

Úr luftini hevur eitt flogfar áhaldandi stuðlað við yvirliti og metingum av støðuni.

 

- Neyðugr er ikki enn at flyta manningina av skipinum. 

 

Sambært Maritime Danmark var skipið á veg úr Mundra í India til Colombo í Sri Lanka, tá eldur kom í tað av ókendum orsøkum í illveðri.

 

Talan er um eitt leigað skip, sum er skrásett í Panama og er úr Japan. Tað er bygt í 2024, skriva miðlarnir.

 

Mærsk upplýsti fríggjakvøldið, sambært Maritime Danmark, at trygdin hjá manningini er teirra hægst raðfesting, og at tey hava áhaldandi samband við skipseigaran og rakstrarfelagið.

 

/ritzau/