Flogskiparaverkfall dýrt fyri bjargingarætlan hjá SAS

SAS-verkfall kostar pengar og ræðir møguliga íleggjarar, metir greinari

 

Samráðingarnar millum SAS og umleið 1000 flogskiparar felagsins fyri at sleppa undan verkfalli steðgaðu úrslitaleysar. Harvið er verkfall ein veruleiki, og tað verður hart fyri felagið.

– Tað merkir, at pengarnir fossa úr felagnum, sigur Jacob Pedersen, sum er sjefgreinari hjá Sydbank fyri flogferðslu.

Hann greiðir frá, at SAS longu seinastu 14 dagarnar hevur liði undir, at kundar ikki hava keyp flogferðaseðlar fyri av ótta fyri verkfalli. Men hesa tíðina hevur SAS havt flogførini á flogi.

Nú fara fleiri teirra ikki á flog. Harvið kunnu bara fáar vikur geva eina milliardarokning, samært Jacob Pedersen.

– Um flogskiparaverkfalli varar í 14 dagar, so hevur tað likviderað – altso í pengum, sum ikki koma inn í kassan hjá SAS ella eru farnir úr kassanum – helst einar tríggjar milliardir krónur. So hetta verður sera dýrt fryi SAS, sigur hann.

SAS-leiðslan roynir at fremja eina bjargingarætlan fyri felagið. Ein liður í ætlanini er at brúka færri pengar upp á starvsfólkini. Her skuldu flogskipararnir millum annað lata sín part.

Ein annar liður í ætlanini er eiini, at pengar skulu skjótast inn í felagið. Her hevur ein av teimum báðum stóru eigararunum í dag, svenski staturin, upplýst, at hann ikki vil vera við.

Harvið skulu finnast nýggir íleggjarar. Men møguligir íleggjarar hava neyvan fingið matarlyst av einum milliardaundirskoti nú, tá verkfallið hjá flogskipararunum er veruleiki, sigur hann.

– Hetta ger møguleikararnar hjá felagnum at koma undan við lívinum verri.

– Her eru nógvir brikkar. Tað er ikki bara samráðingarnar hjá flogskiparunum, sum kunnu gera tað trupult hjá SAS at koma undan. Men ein av brikkunum, sum skuldi fáast upp á pláss. Hann fellir ikki upp á pláss nú.

Sambært loftferðslugreinaranum er tað nú avgjørt møguleiki fyri, at SAS skjótt fer at søkja um konkursverju ella onkran annan hátt fyri løgfrøðiligari tilgongd.

– Vit kunnu rokna við, at um SAS sleppu upp í eina konkursverju, at felagið verður í einum øðrum formi, tá tað kemur út aftur. Tað er ikki ritað í stein, men tað er vandi fyri tí, sigur hann.

/ritzau/