Tá ákæruritið móti manninum, ið var ákærdur fyri smugling, varð lisið upp í Føroya Rætti hósdagin, legði ákærin dent á, at smuglingin var farin fram við flogfari.
Orsøkin til tað var, at maðurin í hesum tíðarskeiðnum starvaðist sum flogtænari hjá Atlantic Airways, tí almenna føroyska flogfelagnum.
Tann ákærdi játtaði at hava smuglað tvey kilo av hassji og 54 gramm av kokaini og varð dømdur til eitt ár handan rimar.
Ákæruritið hevði tríggjar ákærur. Tann fyrsta var, at maðurin einaferð í 2000 hevur smuglað eitt kilo av hassji. Tann næsta var, at hann á vári ella á sumri í 2001 hevur smuglað hálvtannað kilo av hassji. Maðurin játtaði bara at hava ført eitt kilo til Føroya í hesum førinum. Triðja ákæran var, at maðurin hevur smuglað 63 gramm av kokaini í einum tíðarskeiði frá miðskeiðis í 2000 til september 2001. Maðurin játtaði bara at hava smuglað 54 gramm av kokaini, og dómarin tók frágreiðingina hjá tí ákærda til eftirtektar.
Maðurin tók við dóminum og fór beinanvegin inn at sita.
Kennir seg misnýttan
Sosialurin fekk fatur í Magna Arge, stjóra í Atlantic Airways, og setti honum spurningin, um hann kennir seg misnýttan.
? Ja, tað kann eg siga, at vit kenna okkum misnýtt í hesum málinum. Starvsfólkið hjá okkum fær eitt stórt álit litið uppí hendi. Tað er tí greitt, at vit kenna okkum misnýtt, so tað stendur eftir í. Viðkomandi hevur forbrotið seg móti arbeiðsplássinum og ímóti sínum starvsfeløgum, sigur Magni Arge.
Hann sigur annars, at tey í felagnum taka hetta málið sera álvarsamt, tí tað er umráðandi hjá teimum at hava gott samstarv við allar myndugleikar á økinum. Felagið væntar av teirra starvsfólki, at tey halda allar galdandi reglur.
Flogtænarin var í starvi hjá Atlantic Airways til summarflúgvingin endaði á sumri 2001. Magni Arge sigur, at orsøkin til uppsøgnina als einki samband hevði við smuglingina, tí hetta var hann ikki vitandi um tá.
Tað var ikki fyrr enn 16. januar, tá maðurin varð tikin eftir umfatandi húsarannsóknir, at tey í felagnum fingu frænir um tað ivasama virksemið.
Øll verða kannað
Elsa Brimvík, leiðari á tolleftirlitinum á flogvøllinum, sigur, at øll koma undir sama eftirlit í tollinum á flogvøllinum.
? Starvsfólk á flogførunum verða kannað eins og øll onnur vanlig ferðafólk, sigur Elsa Brimvík og leggur afturat, at tað ikki liggur betur fyri hjá einum slíkum starvsfólki at smugla enn hjá øðrum.
Tað skerst tó ikki burtur, at eitt starvsfólk á einum flogfari hevur góðar fortreytir at leggja slíkt virksemi til rættis.
Magni Arge sigur, at avleiðingin av hesum er, at tey kanska vera eitt sindur meira varin við slíkum í framtíðini. Hann leggur annars afturat, at hann hevur fult álit á núverandi starvsfólki, og hann er sannførdur um, at hetta bara hendir einaferð.