Nógv løgregla er nógv til staðar á flogvøllinum í Keypmannahavn, har flogfør ikki kunnu lenda ella fara orsakað av dronum.
Beint eftir klokkan 21 í kvøld, kundu flogfør ikki lenda ella fara avstað av flogvøllinum í Keypmannahavn. Hetta kemst av tveimum til trimum dronum í økinum.
Tað sigur Henrik Stormer, sum er vakthavandi hjá løgregluni í Keypmannahavn.
- Flogvøllurin er stongdur í løtuni, og hetta kemst av, at tvær til tríggjar dronur flúgva runt um flogvallarøkið, sigur hann.
Løgreglan er nógv til staðar á flogvøllinum mánakvøldið, stendur í fráboðanini.
Løgreglan í Keypmannahavn skrivar á X, at flogvøllurin er stongdur, tí tvær til tríggjar "størri" dronur hava verið sæddar flúgva í økinum. Tíðarhorisonturin er ókendur, stendur í tí.
Á heimasíðuni hjá flogvøllinum í Keypmannahavn sæst, at ein røð av flogførum, sum skuldu lenda um kvøldið, eru seinkað ella hava broytt ferðir.
Sambært Dimmalætting var Atlantic RC458 komin umleið til Randers, tá ið flogfarið vend við við kós ímóti Stavanger.
Hvat fráferðum viðvíkur úr Kastrup, so eru nakrar avlýstar heilt, meðan nakrar eru upplýstar sum seinkaðar.
Flogtænastan Flightradar24 skrivar á X umleið klokkan 21:20, at allar fráferðir og komur á flogvøllin í Keypmannahavn eru avlýstar síðani klokkan 20:26.
Umleið klokkan 21:30 skrivar Flightradar24, at eitt flogfar júst er sett á flogvøllin, meðan onnur framvegis bíða ella verða avleidd orsakað av dronum.
Naviair upplýsir, at eitt flogfar fekk loyvi at lenda, tí innihaldið í brennievnistanganum ikki fór at vera nóg mikið til at flúgva til annan flogvøll.
Naviair hevur ábyrgdina av at beina flogfør trygt inn og út úr donskum loftrúmi.
##med2##
Flightradar24 skrivar, at yvir 35 flogfør, sum skuldu lenda á flogvøllinum í Keypmannahavn, eru koyrd á aðrar flogvøllir. Sagt verður, at floghavnirnar í Malmø, Billund, Århus og Göteborg hava tikið í móti flestu flogførunum.
Tíðindastjórin á flogvøllinum í Keypmannahavn, Lise Agerley Kürstein, váttar, at loftrúmið varð stongt umleið klokkan hálvgum átta, eftir at dronur vóru sæddar í og kring flogvøllin.
Tað var Naviair, sum tók avgerðina um at steðga allari flúgving.
Sambært tíðindastjóranum er kanning hjá løgregluni nú sett í verk við tí fyri eyga at eyðmerkja dronurnar.
- Tað er greitt, at vit hava áhuga í, at tey finna útav tí skjótast gjørligt og at dronurnar hvørva, so vit kunnu taka vanliga raksturin uppaftur, sigur tíðindastjórin á flogvøllinum.
Enn er eingin tíðarkarmur fyri, nær kanningin verður liðug og flogferðslan kann byrja aftur.
/Ritzau/