SMS: Turið hevur nú skotið 2.000 mál í bestu deildini

Kyndil vann stórsigur á VÍF

Glæsilig ítróttar- og hondbóltssøga var skrivað í høllini á Hálsi í Havn í kvøld. 

 

Tá 47 minuttir vóru leiktir av dystinum í SMS-deildini millum Kyndil og VÍF skoraði Turið Arge Samuelsen ellinta málið hjá sær í kvøldsins dysti. 

 

Hetta var eitt søguligt mál av dimensjónum. Talan var um mál nummar 2.000 hjá Turið í bestu hondbóltsdeildini. Tá eru mál í steypakappingini, mál í stórsteypadystum, evropeiskum dystum og á landsliðnum ikki tald við.

 

Kyndil vann dystin 38-26, og tær eru longu klárar til FM-hálvfinalurnar. Í steðginum var Kyndil á odda 18-13.

 

Turið var við sínum 11 málum í kvøld enn einaferð toppskjútti hjá Kyndli. Fríða Nolsøe Olsen var við sjey málum toppskjútti hjá VÍF.

 

In.fo ynskir Turið hjartaliga tillukku við teimum søguligu 2.000 málunum í bestu deildini.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og VÍF, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##