Enn livir vónin hjá Leivi Mortensen, Janusi Dam Djurhuus, Jónasi G. Djurhuus og liðfeløgum teirra í HC Keypmannahavn at sleppa undan at flyta niður í triðbestu donsku hondbóltsdeildina. Samstundis er liðið hjá Kjartani Johansen, Vendsyssel komið í niðurflytingarvanda.
HC Keypmannahavn vann í kvøld 36-32 (16-14) á Lemvig-Thyborøn á útivølli. Janus skoraði tvey mál og Jónas skoraði eitt mál.
Samstundis taptu Kjartan og liðfelagarnir í Vendsyssel á útivølli 29-32 (13-17) fyri Rækker Mølle. Kjartan skoraði fimm mál.
Vendsyssel er fjórðaftast - og røttumegin niðurflytingarstrikuna - í deildini við 15 stigum. HC Keypmannahavn er á triðaftasta plássinum við 13 stigum. Vendsyssel hevur munandi betri málúrtøku enn HC Keypmannahavn, so HC Keypmannahavn má framum Vendsyssel á stigatalvuni fyri at bjarga sætinum í deildini.
Liðini hava bæði tveir dystir eftir at leika.
Sunnudagin klokkan 14 hevur Vendsyssel ringast hugsandi dystin á heimavølli. Tá kemur oddaliðið, Skive á vitjan, og tá verður meir enn torført hjá Vendsyssel at fáa stig.
Dagin fyri klokkan 13 hevur HC Keypmannahavn dyst á heimavølli móti Give, ið eru staðfestir at flyta niður í triðbestu deildina. Vinnur HC Keypmannhavn sín dyst, og tapir Vendsyssel sín dyst verður háspenningur til seinasta umfarið.
Sunnudagin 29. mars klokkan 15 hevur HC Keypmannahavn í seinasta umfarinum dyst á útivølli móti Skive, ið kann hava tryggjað sær uppflytingina til bestu deildina tá. Samstundis spælir Vendsyssel dyst á útivølli móti Aarhus.











