Flokkurin má koma við greiðum boðum

? Tað nyttar einki at mala uttanum málið. Nú má flokkurin einaferð fyri allar geva greið boð um hvat hann vil í ríkismálinum. Antin samarbeiðir hann við samgonguna allan vegin, ella gera hann tað ikki, sigur Axel Skoubo á Sandi, sum annars ikki dylir fyri, at hann sjálvur hellir meira til at varðveita ríkisfelagsskapin

Um vikuskiftið fer Javnaðarflokkurin at hava landsstevnu í Skopun, har m. a. framtíðarpolitikkurin skal fastleggjast.

Tað málið, sum uttan iva fer at fáa drúgvast umtaluna á fundinum verður málið um ríkisbroytingarnar.

Hvítabók er komin og saman við Sambandsflokkinum er Javnaðarflokkurin tann einasti, sum enn ikki er komin við nakrari útsøgn um tað sum skal henda framyvir.

Í Sosialinum í gjár stóð at lesa, at Sambandsflokkurin ikki fer at siga nakað fyrr enn Javnaðarflokkurin hevur úttalað seg, og tað hendir um vikuskiftið.

Men tað eru ikki øll, sum eru nøgd við, at Javnaðarflokkurin ikki hevur givið boð upp á sínar ætlanir.


Veljararnir í iva

Ein teirra er Axel Skoubo á Sandi. Hann heldur, at Javnaðarflokkurin langt síðani átti at havt boðað frá, hvørja leið teir ætla at halda

? Veljarar floksins eru í iva, tí eingin veit hvør leið floksins er. Ætla teir at samstarva við landsstýrið ella ætla teir ikki at samstarva, sigur Axel Skoubo, sum annars heldur, at leiðin, sum flokkurin hevur hildið síðani seinasta væl hevur verið heldur slingrandi.

? Aftaná fólkatingsvalið kvettu teir so at siga sambandi við javnaðarflokkin í Danmark og eftir at aitandi samgonga var skipað, eftir seinasta løgtingsval, søgdu teir, at Tjóðveldisflokkurin hevði gjørt ein brølara, tí hann hevði fingið nógv meira saman við Javnaðarflokkinum, sigur Axel Skoubo.

Tí heldur hann at tað er alneyðugt, at flokkurin nú greitt sigur hvat hann ætlar.

Saman við mongum øðrum er hann annars ein teirra, sum vil halda fast í ríkisfelagsskapin og tí heldur hann tað kann fara at gerast trupult hjá flokkinum at fara at samstarva við samgonguna.

? Eg haldi ikki, at tað er so lætt at samstarva við samgonguna, tí teir vilja hava alt ella einki. Tí má flokkurin taka eina endaliga støðu. Fara teir at samstarva við samgonguna, so er tað við tí fyri eyga, at fáa avgerandi ávirkan á tað sum spyrst burturúr, sigur Axel Skoubo.


Sambandflokkurin

hevur skyldina

Tað skilst á øllum brøgdum, at Axel Skoubo, hóast fegin um ríkisfelagsskapin, er ikki sørt illur inn á Sambandsflokkin.

? Tað munnu vera fleiri við mær sum halda, at Sambandsflokkurin eigur alla skyldina fyri tað sum hendir nú. Teir hava altíð hildið ímóti og ikki vilja gjørt nakrar broytingar í nøkrum viðurskiftum millum Danmark og Føroyar, og úrslitið av tí síggja vit nú, sigur Axel Skoubo.

Hann vísir á, at bankakreppan og annað hevur gjørt, at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið vind í seglini, og nú er fullveldismálið tað sum stendur ovast á skránni.

? Javnaðarflokkurin er í veruleikanum tann, sum hevur víst størstan vilja til at fremja broytingar á sjálvstýrisleið. Tað hendi snøgt sagt einki fyrr enn Javnaðarflokkurin tók stig til samgonguna við Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Tað var politisk nýskapan sum vildi nakað. Tann samgongan framdi stig, sum gingu rættan vegin, og hon var tann fyrsta sum gjørdi tað, sigur Axel.

Og hann heldur fast við, at Sambandsflokkurin ikki fyrr enn í ár hevur skilt, at tað er okkurt í ferð við at henda við ríkisfelagsskapinum, og nú er í grundini ov seint.

? Aftaná ta samgonguna, sum var í seinnu helvt av sjeytiárunum hevur Sambandsflokkurin aftur verið í samgongu, og arbeiðshátturin hevur verið tann sami. Ongar broytingar av nøkrum slag. Alt við tað gamla, sigur Axel Skoubo.


Verða seld til

NATO ístaðin

Sum sagt, so vil Axel varveita ríkisfelagsskapin heldur enn at lata Føroyar vera heilt sjálvstøðugar.

Hann heldur, at Javnaðarflokkurin skrivar sín egna deyðadóm við at góðtaka eina føroyska grundlóg, og sær tí trupulleikar hjá flokkinum at møta samgonguni.

? Orsøkin til tað er, at flokkurin vil hava somu grundlóg sum Danmark, og tað vil samgongan ikki. Tí sigi eg, at gongur flokkurin við til, at nýggj grundlóg skal gerast, so víkir hann so nógv frá sínum grundprinsippum, at so er grundarlagið undir flokkinum burtur, sigur Axel.

Sjálvur heldur hann at ríkisfelagsskapurin er annað enn pengar, og hann heldur eisini at tosið um NATO seinastu tíðina bera á tað borðið, at verður ríkisstuðulin úr Danmark skorin burtur, so verða oyggjarnar »seldar« til NATO ístaðin.

? Onkustaðni skulu pengarnir koma frá, og tað er ikki óhugsandi í mínari verð, at landsstýrið tá fer at »selja« NATO rættindi at vera í landinum og fáa pengar afturfyri, sigur Axel Skoubo, sum ikki heldur tað vera nakað petti frægari at fáa pening tann vegin enn úr Danmark.


Broytingar

skulu gerast

Nú skal alt hetta tosið ikki skiljast soleiðis, at Axel Skoubo er ímóti broytingum, tí tað er hann als ikki. Hann heldur at tað er neyðugt at broyta og dagføra samstarvi millum londini bæði, tí tað nú er so langt fráliðið síðani tað var gjørt í hesum líkinum.

? Sjálvandi skulu broytingar til, og tær broytingarnar skulu staðfesta viðurskiftini millum londini bæði. Har skal greitt ásetast hvør hevur ábyrgdina fyri hvørjum og so víðari. Tað sum hevur verið higartil kann ikki halda fram, tí tað hevur víst seg, at skipanin, hevur veikleikar, sigur Axel Skoubo.

Hinvegin heldur hann ikki at tað er rætt, at Føroyar fara burturúr ríkisfelagsskapinum, tí vit hava nógvar fyrimunir av at vera innanfyri. Hesar fyrimunir heldur Axel, at føroyingar missa um Føroyar gerast fullveldi uttanfyri danska ríki og við egnari grundlóg.

? Eg haldi ikki, at tað er rætt at sleppa teimum fyrimunum sum vit hava av at samstarva við danir, ti teir geva okkum so ótrúligar møguleikar, sigur hann.

Kortini mugu broytingar til, og tær byggja á ætlaninar hjá politisku flokkunum. Ein flokkur er Javnaðarflokkurin og Axel Skoubo heldur tí, at tað er alneyðugt, at floksleiðslan sigur veljarum sínum hvat flokkurin ætlar og vil.