Floksfelagi hjá Trump vitjar í Nuuk fríggjadagin

Amerikanski senatorurin Lisa Murkowski úr Republikanska flokkinum kemur til Nuuk fríggjadagin.

Lisa Murkowski var millum 11 amerikanskar kongresslimir, sum fyrr í hesum mánaðinum vitjaðu í Danmark fyri at tosa um framtíðina hjá Grønlandi, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, endurtók sín áhuga fyri ognarrættinum til Grønland. - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Tað segði grønlendski fólkatingslimurin Aaja Chemnitz (IA) við danska TV 2.

Murkowski var millum 11 amerikanskar kongresslimir, sum fyrr í hesum mánaðinum vitjaðu í Keypmannahavn fyri at tosa um framtíðina hjá Grønlandi við danskar og grønlendskar politikarar.

Hóast hon er floksfelagi hjá Trump, hevur hon mótmælt útsøgnunum hjá amerikanska forsetanum um at vilja eiga Grønland.

– Grønland skal síggjast sum okkara sameindi og ikki sum ogn, hevur hon ført fram.

Sanatorurin Angus King, sum fyrr var demokratur og nú er uttanflokslimur, er helst eisini við á vitjan í Nuuk.

/Ritzau/