Tað verður ein gomul VÍF-kempa, og ein gomul H71-kempa, sum verða viðmerkjarar hjá Tróndi Arge á Rás2, tá Tróndur fer at siga frá oddabrakinum í FTZ-deildini millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og formaður í Tjóðveldi, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum hava verið virknir í hondbólti í nógv ár, bæði sum spælarar, og seinnu árini, sum ídnir viðhaldsmenn hjá ávikavist H71 og VÍF.
Teir verða hollir viðmerkjarar hjá Tróndi Arge, tí teir hava eitt sera gott innlit, tá um føroyskan hondbólt, og hondbólt annars ræður.
Tað ber til at hoyra dystin á www.midlar.fo, á FM 98,7, FM 95,9 og á FM 88,7.
Á myndini síggjast Høgni og Bárður valkvøldið, tá fólkatingsvalið var í juni. Her ynskir Bárður Høgna tillukku við fólkatingssessinum. So bíða vit í spenningi hvør fer at ynska hvørjum tillukku við sigrinum í kvøld.