Flyta fokus frá einum niðurpíndum heilsuverki til ein spurning um lokalpolitikk

Seinastu dagarnar hevur kringvarpi gjørt nógv burturúr, at serlæknar støðast ikki á Landssjúkrahúsinum og at leiðslan í summar ætlaði at nokta giktasjúklingum dýran heilivág. Hesir trupulleikar verða so knýttir saman við at vit hava trý sjúkrahús, einamest orsaka av lokalpolitikki, og tí eru allir trupulleikarnir íkomnir.

 

Uttan mun til, hvat ein annars heldur um mátan okkara heilsuverk er skipað, so undrar tað stórliga, at ongin knýtir trupulleikarnir á LS saman við eini fíggjarligari niðurlaging, ið hevur staðið við og versnað, seinastu árini og sum ikki sær út til at halda uppat komandi árini, tvørturímóti so verða sparikrøvini bara herd. Í komandi árið skulu góðar 13,4 milliónir sparast og í 2016 er sparikravið 15,9 milliónir, tilsamans ein sparing á 30 milliónir komandi 2 árini.

 

Miðvís niðurpíning

At ein niðurbræðing fer fram sæst, millum annað, av at tað eru smá 20 ársverk færri í 2013 enn í 2010 innan sjúkrahúsverki. Landssjúkrahúsið metir, at eini 3 til 4 mió. kr. vænta í til at fáa grundraksturin at hanga saman komandi ár. Lagt er ikki upp fyri lønarvøkstri, frá oktober 2015. Prísvøkstur er ikki játtaður, hann er mettur til 4,1 millión í 2015. Tað vil siga, umframt sparingar á góðar 13 milliónir í 2015 mangla, í hvussu so er, einar 8 milliónir í játtanini til verandi virksemi.

 

Viðvíkjandi raðfestingunum, sum eru ásettar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015, vísir landsstýrismaðurin á, at hesar eru treytaðar av, at búfólkini á Psykiatriska deplinum fáa annað bústaðartilboð. Raðfestingarnar til bróstkrabba- screeningarnar, serlækna í eldrasjúkum og økispsykiatri í Suðuroy eru beinleiðis tengdar at hesum.

 

Fíggjarliga avbjóðingin er størsta avbjóðingin

Tí skal tað undra meg, um omanfyrinevndu avbjóðingar ikki eru munandi størri fyri okkara heilsuverk her og nú, enn hvussu bygnaðurin er. Skal heilsuverki, alt sum tað er, ikki kollsigla, má henda fíggjarliga seigpíningin halda uppat, áðrenn til ber at taka neyðuga kjakið um leiklutin hjá heilsuverkinum í framtíðini.