Internetkaféin Orbits, kann av sonnum kallast pionerur. Hon var nevniliga tann fyrsta av sínum slag í landinum, men síðani eru fleiri komnar afturat.
Um dagarnar frættist, at Rokkjallarin gevst, og samstundis frættist, at KT-fyritøkan formula.fo, sum er ein av eigarunum í Orbits, hevði keypt bygningin.
Áki Johansen, frá formula.fo, sigur við Sosialin, at tað enn ikki er heilt avgjørt hvussu bygningurin skal brúkast.
? Ymsar ætlanir eru frammi, men tað er ikki óhugsandi, at Orbits flytir niðurundir, har Rokkjallarin fyrr helt til, sigur Áki.
Hann vísir á, at sum er hava rørslutarnað ongan møguleika at sleppa í kaféina, og tað er ein av orsøkunum til, at teir hugsa um at flyta niðurundir.
Stórur áhugi
Tað hevur annars verið rættiliga stórur áhugi fyri Orbits síðani hon lat upp, men dagarnir eru misjavnir, sigur Áki.
Hann vísir á, at Orbits skal kappast við øll onnur tiltøk, sum eru í Havnini, og tað eru dagar, har næstan einki fólk er í kaféini.
Tað eru góðir dagar, men so eru eisini dagar, har tað er púra oyðið. T. d. tá konsertir eru, ella tá topphondbóltur er í høllini á Hálsi. Tað sæst beinanvegin hjá okkum, sigur hann.
Hóast tað letur Áki Johansen ikki illa at, tí í meðal er undir tøkan nóg góð til at tað melur runt.