FM fagnaðurin útsettur!

Við 3-1 heimasigri á HB hevur ÍF styrkt um sína støðu á silvurplássinum

Tað verður ikki fyrrenn í  fyrsta lagi í næstsíðsta umfari um tvær vikur, at tað verður møguleiki fyri hjá HB at tryggja sær FM heitið. Tá fær HB vitjan av TB, sum eftir tap í Gundadali í dag ímóti B36 er illa kroyst í botnstríðnum.

 

Fuglfirðingar løgdu ógvuliga bragdliga fyri í dag. Tá ið tíggju minuttir vóru farnir, var ÍF frammanfyri 2-0, og hóast HB stutt undan steðginum minkaði um munin, og tað harvið var stórur spenningur í 2. hálvleiki, so megnaði HB ikki at vinna stigið, ið hevði borið við sær, at trygd varð fyri 22. FM heitinum.

 

At tað eydnaðist ÍF at vinna 3-1 ímóti HB ber við sær, at fjarstøðan frá ÍF og fram til HB nú er fimm stig, og at fjarstøðan frá ÍF og aftur til NSÍ framvegis er fýra stig.

 

NSÍ vann 4-2 í Sørvági. Úrslitið ber við sær, at tað nú er heilt víst, at 07Vestur næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini, og at NSÍ er tryggari á bronsuplássinum, enn liðið var undan hesum umfarinum.

 

At NSÍ er tryggari á bronsuplássinum kemst – umframt av at teir sigraðu í Sørvági – av, at EB/Streymur tapti 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi. EB/Streyma tapið ber við sær, at B36 við 2-1 heimasigri á TB nú er á fjórða plássi - tvey stig frammanfyri EB/Streym.

 

Hóast TB misti Óla Johannesen, so stríddust tvøramenn ógvuliga nógv, men tað eydnaðist ikki at javna. Úrslitið í Gundadali ber við sær, at KÍ, sum í gjár vann 1-0 á Argjum, er trý stig og betri málmun frammanfyri TB.

 

25. umfar

ÍF-HB 3-1 (2-1)

1-0: Høgni Zachariassen 3.

2-0: Dánjal á Lakjuni 9.

2-1: Heini Vatnsdal 40.

3-1: Clayton Soares 90.

Dómari: Petur Reinert

ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni (Áki Petersen, 78.), Ari Ó. Ellingsgaard (Bogi R. Petersen, 78.), Høgni Madsen , Nenad Saric – Øssur Dalbúð, Clayton Soares

Gult kort: Hallgrím G. Hansen, Leivur Joensen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Clayton Soares

HB: Gestur M. Teitsson – Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen, Jóhan T. Davidsen, Alex José dos Santos (Páll Mohr Joensen, 85.) – Heini Vatnsdal, Bárður Olsen (Bárður J. Heinesen, 82.), Fróði Benjaminsen – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen

Gult kort: Alex José dos Santos, Heini Vatnsdal

 

EB/Streymur-Víkingur 0-2 (0-0)

0-1: Flip Djordjevic 67.

0-2: Finnur Justinussen 76.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

EB/Streymur: René Tórgarð – Pætur Dam Jacobsen, Egil á Bø,Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen - Brian Olsen (Arnar Dam, 71.), Levi Hanssen (Arnbjørn Hansen, 62.), Niels Pauli Danielsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Egil á Bø, Niels Pauli Danielsen, Marni Djurhuus 

Víkingur: Geza Turi – Hjartvard Hansen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 69.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen, Hanus Jacobsen, Filip Djordjevic (Magnus Jarnskor, 89.), Bárður Hansen – Finnur Justinussen

Gult kort: Hjartvard Hansen, Dánjal Pauli Lervig

 

B36-TB 2-1 (2-0)

1-0: Adeshina Lawal 18.

2-0: Lukasz Cieslewicz 45.

2-1: Ragnar Tausen 55.

Dómari: Eiler Rasmussen

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Robert Heðin Askham, Símun Joensen – Høgni Midjord (Jákup á Borg, 70.), Evrard Blé, Súni Olsen, Rasmus Dan Sørensen(Karl Martin Danielsen,88.) – Adeshina Lawal (Ámund Nolsøe, 90.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Robert Heðin Brockie, Símun Joensen, Høgni Eysturoy, Lukasz Cieslewic 

TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen, Óli Johannesen, Babacar Ndiour, Teitur Justinussen - Dan Mortensen, Rógvi Joensen (Eirikur Magnusarson Ellendersen, 68.), Poul Ingason, Nicky Ferenc Diverdics, Ragnar Tausen - Arthur D. Poulsen (Aron Sørensen, 52.)

Gult kort: Óli Johannesen, Teitur Justinussen

Reytt kort: Óli Johannesen 63. (beinleiðis reytt)

 

AB-KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Álur F. Chistiansen 47.

Dómari: Lars Múller 

AB: Símun Rógvi Hansen - Jobin Drangastein, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Gert Drangastein (Karstin Højgaard, 82.) - Kári Nielsen, Dmirije Jankovic (Hørður M. Mohr, 69.) , Sorin Anghel - Dion B. Splidt, Ahmed Keita (Mikkjal T. Hentze, 52.), Rógvi Poulsen

Gult kort: eingin

KÍ: Meinhardt Joensen - Gunnar Christiansen (Ísak Simonsen, 66.), Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni -  Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen - Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð,  Heðin Klakstein

Gult kort: Ísak Simonsen 

 

07Vestur-NSÍ 2-4 (1-2)

1-0: Ibrahima Camara 7.

1-1: Kæmint A. Olsen 10.

1-2: Pól Jóhannus Justinussen 27.

1-3: Klæmint A. Olsen 46.

1-4: Klæmint A. Olsen 58.

2-4: Ibrahima Camara 67.

Dómari: Rúni Gaardbo

07Vestur: Andras Gango – Petur G. Dalbø, Téhé Aristide, Emil Mikkelsen, Jákup G. Joensen (Høgni E. Nielsen, 60.) – Tór-Ingar Akselsen, Holgar Durhuus, Jovan Radinovic-Panic (Hørður Johansen, 57.), Eli Falkvard Nielsen (Ásmund Hansen, 76.), Jákup S. Olsen – Ibrahima Camara

Gult kort: eingin 

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen – Karl Løkin, Magnus Olsen (Monrad Holm Jacobsen, 90.), Sjúrður Jacobsen (Meinhard Olsen, 61.) – Árni Frederiksberg (Haraldur R. Kjeld, 89.), Klæmint A. Olsen, Andy Olsen

Gult kort: Karl Løkin

 

 

Støðan

HB 51

ÍF 46

NSÍ 42

B36 40

EB/Streymur 38

Víkingur 37

AB 28

KÍ 25

TB 22

07Vestur 14

 

 

26. umfar

20. oktober

ÍF-NSÍ

Víkingur-KÍ

EB/Streymur-B36

HB-TB

07Vestur-AB

 

-----

 

LIÐUGT

3-1

Clayton Soares og Heini Vatnsdal hava sæð gula kortið eftir nærdyst. Blóðið kennist vera heitt!

 

90) 3-1: Clayton Soares 89.

HB verður ikki meistari í dag. Eftir frágera gott avrik frá Nenad Saric, sum sneiddi framvið fleiri, spældi hann Clayton Soares leysan í brotsteigin, og ÍF toppskjúttin var prúra kaldur, tá ið hann setti bóltin framvið HB málverjanum, og tað er stórur fagnaður í heimaleguni!

 

 

88) Bárður J. Heinesen tveitir seg fram og stýrir bóltin ímóti málinum eftir fríspæling frá Fróða Benjaminsen, men Hallgrím G. Hansen bjargar meistarliga á málstrikuni.

 

86) HB leypur á við alt meiri fólki, og ÍF hevur alt meiri fólk aftarlaga á vøllinum.

 

83) Kristin R. Mouritsen sneiðir framvið fleiri, og tað endar við, at hann tiltuskar sær horna í vinstru. Støðan endar við, at Santos roynir seg við skoti úr stórari fjarstøðu, sum ber málspark við sær.

Santos fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Páll Mohr Joensen hjá HB.

Høgni Madsen hevur ligið eina løtu, og HB spælararnir kennast vera strongdir.

 

2-1

80) Bárður Olsen fer av HB miðvøllinum, og Bárður J. Heinesen er komin inn í HB álopið. Fuglfirðingar arbeiða øgiligt!

 

78) Ferðin er minkað, og tað kemur væl við hjá ÍF.

Santos hevur sæð gult fyrr í dag, og nú hevur hann gjørt fríspark ímóti Øssuri Dalbúð, sum var um reppið at kosta Santos gula kortið eina ferð aftrat!

 

75) Bogi Reinert Petersen, sum hevur sitið á beinkinum, kemur á vøllin í staðin fyri Ari Ó. Ellingsgaard hjá ÍF. HB hevur framvegis ikki skift út, men fleiri spælarar hava allan 2. hálvleik hitað upp.

 

71) HB spælararnir kennast vera eitt sindur forargaðir um, at tað ikki hevur eydnast teimum at javna og harvið at tryggja sær FM heitið. Tað riggar ikki væl hjá HB at spæla seg til upplagdar møguleikar, men í deyðbóltsstøðum er tað vandamikið, tá ið Heini Vatnsdal og Fróði Benjaminsen koma við ferð inn undir málið.

 

2-1

70) Eftir innlegg frá Áka Petersen er um reppið, at Clayton Soares skorar, men Jóhan Troest Davidsen blokerar til horna, sum einki spyrst burturúr.

Santos hjá HB sær gult fyri ov seina takling ímóti Øssuri Dalbúð.

 

69) ÍF hevur hug at svara aftur, og eftir innlegg og nærdyst millum HB verjuna og Clayton Soares endar tað við hornasparki úr vinstru, sum einki spyrst burturúr.

 

67) HB hevur nógv tað mesta spælið, og nú var aftur um reppið. Eftir innlegg var Christian R. Mouritsen fekk Heini Vatnsdal í sera góðari støðu ikki høvdið undir bóltin.

 

65) Bárður Olsen hevur roynt seg við frísparki úr 18 metrum, men bólturin fór omanfyri málið.

Andrew av Fløtum fór um koll í ÍF brotsteiginum, og HB áskoðararnir vilja hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men Petur Reinerti letst sum einki.

 

62) Áki Petersen hjá ÍF er komin á vøllin í staðin fyri Dánjal á Lakjuni, ið tóktist vera alt annað enn nøgdur við, at hann skuldi av vøllinum.

Fróði Benjaminsen, HB liðformaðurin, var um reppið at koma í góða støðu.

 

63) Fuglfirðingar arbeiða øgiligt, og higartil hevur tað eydnast at halda tætt. 

60) HB tykist leggja stóran dent á deyðbóltsstøður, men nú endaði hornaspark úr vinstru við ÍF málsparki, eftir at Bárður Olsen hevði lagt innfyri.

 

55) HB pressar øgiligt, og ÍF verjir og leggur dent á skjót mótálop. HB hevur verið í tveimum góðum støðum, og eitt nú stútaði Christian R. Mouritsen eftir horna omanfyri málið.

 

50) Støðan er tann sama, sum hon var undan steðginum. Møguleikar hava verið í báðum endum, og nú hevur Poul N. Mikkelsen hjá ÍF sæð gula kortið. Einki er at taka seg aftur í, at tað er HB, sum hesa fyrstu løtuna hevur verið omaná.

 

HÁLVLEIKUR

2-1

 

43) 2-1: Heini Vatnsdal 43.

Christian R. Mouritsen royndi seg úti frá, og tá ið ÍF málverjin ikki megnaði at halda bóltinum, var Heini Vatnsdal fyrstur á returbóltinum og minkaði um munin.

 

40) 2-0 framvegis. 

35) HB áskoðararnir eru vónbrotnir, og teir argast inn á dómaran, tá ið hann ikki vísir heimamonnunum gula kortið, tí teir dølla sær í deyðbóltsstøðum.

Tað er framvegis intenst og spennandi, og HB tykist ikki hava givið skarvin yvir.

 

30) Tað er sera lívligt í Fuglafirði. Málmøguleikarnir eru nógvir í báðum endum. Nú hevur HB spælt seg ígjøgnum til stóran málmøguleika, men Hallgrím G. Hansen stórbjargaði við fótinum, tá ið miðvallarin Heini Vatnsdal royndi seg úr stuttari fjarstøðu!

 

24) Tað er lívligt í Fuglafirði, og bæði liðini hava havt møguleikar. Clayton Soares hevur misnýtt úr góðari støðu, og so sendi Santos fríspark væl omanfyri ÍF málið.

16) Leivur Joensen - høgri vongverjin hjá ÍF - hevur sæð gula kortið fyri at sparka bóltin burtur, eftir at dómarin hevði bríkslað! 

12) Tað er lívligt í Fuglafirði. Kristin R. Mouritsen hevur verið um reppið at minka um munin, men bólturin varð blokeraður til horna. Eftir innleggið var talan um spenta støðu, men einki spurdist burturúr.

 

10) 2-0: Dánjal á Lakjuni 8.

Tað gongur sum eftir ánni hjá fuglfirðingum. Eftir at sera væl upplagdi Dánjal á Lakjuni vann bóltin av HB í høgru, sneiddi hann seg inn í vøllin og smekkaði út støðu uttanvert brotsteigin bóltin í málið!

Hallgrím G. Hansen í ÍF málinum hevur sæð gula kortið.

 

4) Høgni Zachariassen 3.

Eftir frísparksinnlegg frá Høgna Madsen hevur miðverjin Høgni Zachariassen við fótinum stýrt bóltin inn um Teit Gestsson, og so er ÍF á odda. 

 

Tað er tøgn í ein minutt at minnast Jónsvein Poulsen, lærara í Fuglafirði, sum varð jarðaður í dag.

Líkindini at spæla fótbólt eru góð, men nú fór at regna. Nógv kát HB viðhaldsfólk eru í Fuglafirði.

ÍF-HB kl. 16.00

Dómari: Petur Reinert

ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni, Ari Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen , Nenad Saric – Øssur Dalbúð, Clayton Soares

HB: Gestur M. Teitsson – Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen, Jóhan T. Davidsen, Alex José dos Santos – Heini Vatnsdal, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen

-----

 

LIÐUGT

2-1 

 

90) 4 minuttir lagdir aftrat!

85) B36 er frammanfyri 2-1.

Lukasz Cielewicz hjá B36 hevur sæð gula kortið.

Karl Martin Danielsen er komin á vøllin í staðin fyri Rasmus Dan Sørensen hjá B36. 

80) Tvøramenn leggja nógv fyri, og aftur og aftur eru tað spentar støður í B36 brotsteiginum.

 

75) TB hevur á ongan hátt lagt kongin, hóast gestirnir í Gundadali eru undirmannaðir. Ragnar Tausen og Babacar hava havt góðar royndir, men støðan er framvegis 2-1 til B36.

 

62) TB er undirmannað. Eftir at Óli Johannesen í brotsteiginum hevði tikið beinini undan Rasmus Dan Sørensen, bríkslaði Eiler Rasmussen fyri brotssparkið, og so vísti hann Óla av vøllinum. Súni Olsen royndi seg úr ellivu metrum, men hann sendi bóltin í stólpan.

 

1-2: Ragnar Tausen 54.

Spenningur er komin í aftur í Gundadali. Eftir innlegg og roynd frá Óla Johannesen hevur málrevurin Ragnar Tausen við høvdinum skorað fyri TB. TB áskoðararnir og teir stríputu á vøllinum trúgva upp á tað! 

45) 2-0: Lukasz Cieslewicz 45.

So hevur B36 økt um leiðsluna. Eftir langa sending í vinstru gjørdist Lukasz Cieslewicz leysur, og úr sera spískum sendi hann umvegis Ivan Stojkovic í TB málinum bóltin í málið. Og so bríkslaði Eiler Rasmussen fyri hálvleiki.

 

Óli Johannesen hjá TB hevur sæð gula kortið

40) TB hevur havt bestu royndina, og í málteiginum og mitt fyri var Dan Mortensen leysur, tá ið hann royndi seg, men bólturin fór skeivu megin stólpan!

 

30) B36 brúkar breiddina væl, og tað kennist á TB miðvøllinum, at tveir av lyklaspælarunum ikki eru við í dag. Møguleikarnir eru fáir og smáir. 

25) B36 er væl meiri á bóltinum, men síðani leiðslumálið hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar. 

18) 1-0: Adeshina Lawal 18.

B36 hevur havt bóltin mesta partin av tíðini, og nú er hol komið á. Súni Olsen legði flatt innfyri úr høgru, og tá ið veteranurin Óli Johannesen var óheppin og gleið, var Adeshina Lawal fyrstur á og setti bóltin í málið.

10) B36 hevur verið omaná, men tað er framvegis málleyst.

 

B36-TB kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Robert Heðin Askham, Símun Joensen – Høgni Midjord, Evrard Blé, Súni Olsen, Rasmus Dan Sørensen – Adeshina Lawal, Lukasz Cieslewicz

TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen, Óli Johannesen, Babacar, Teitur Justinussen - Dan Mortensen, Rógvi Joensen, Poul Ingason, Nicky Ferenc Diverdics, Ragnar Tausen - Arthur D. Poulsen

 

----

LIÐUGT

0-2

87) Víkingur er greitt omaná. Bárður Hansen og Finnur Justinussen hava havt góðar royndir.

Hjá EB/Streymi er Arnar Dam komin á vøllin í staðin fyri Brian Olsen.

 

78) 0-2: Finnur Justinussen 77.

Víkinga toppskjúttin hevur skorað við skoti uttanvert brotsteigin. Í fyrstu atløgu royndi hann seg við frísparki, og tá ið bólturin kom retur eftir at hava verið í manngarðinum, meddaði Finnur til aftur, og bólturin smeig sær inn við stólpanum.

 

0-1: Filip Djordjevic 68.

Víkingur hevur lagt seg framum við Margáir. EB/Streymur hevði horna, sum endaði við, at gestirnir fóru í skjótt mótálop. Jann Ingi Petersen vann nærdyst og prikaði bóltin til Filip Djordjevic, ið setti bóltin framvið René Tórgarð.

 

Arnbjørn Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Levi Hanssen.

Hjartvard Hansen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Kaj Leo í Bartalsstovu.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0 og fáir og smáir møguleikar.

Jann Ingi Petersen hjá Víkingi hevur sæð gula kortið.

40) Framvegis einki mál, og framvegis ikki serlig tyngd og broddur í álopsspælinum. 

25) Tað er sera lítið lív í við Margáir – bæði á og kring vøllin – sigur heimildarmaður okkara. Síðani Finnur Justinussen hevði góðan møguleika og Niels Pauli Danielsen bjargaði hevur einki verið á skránni.

20) Tað er framvegis málleyst við Margáir. Næst við at fáa mál hevur Víkingur verið. Eftir hornasparksinnlegg royndi Finnur Justinussen seg, men Niels Pauli Danielsen bjargaði á strikuni.

 

EB/Streymur-Víkingur kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

EB/Streymur: René Tórgarð – Pætur Dam Jacobsen, Egil á Bø,Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen - Brian Olsen, Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen

Víkingur: Geza Turi – Hjartvard Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Jann Ingi Petersen, Sølvi Vatnhamar, Hanus Jacobsen, Filip Djordjevic, Bárður Hansen – Finnur Justinussen

 

---

LIÐUGT

2-4

 

70) 2-4: Camara

Eftir fínt innlegg hevur Camara við fínum fluktara minkað um munin.

 

60) 1-4: Klæmint A. Olsen

So er NSÍ liðformaðurin toppskjútti. Triðja málið í dag skoraði hann, eftir at Árni Frederiksberg hevði lagt innfyri, og Klæmint stýrdi við høvdinum bóltin í málið!

50) 1-3: Klæmint A. Olsen 48.

Tað man vera lítil ivi um, at NSÍ fer at vinna og harvið at varðveita bronsuplássið. Stóri spenningurin millum NSÍ viðhaldsfólkini er, um tað skal eydnast Klæminti A. Olsen at leggja seg á máltindin. Nú er hann ájavnt við Páll A. Klettskarð!

 

45) NSÍ hevur verið greitt omaná, og møguleikar hava heldur verið til 3-1 enn at 07Vestur skuldi javna.

 

30) 1-2: Pól Jóhannus Justinussen 28.

NSÍ er á veg at styrkja sær um bronsuplássið, og 07Vestur er á veg niður í næstbestu deildina. Eftir uppspæl í høgru hevur Pól Jóhannus Justinussen, sum í dag er vongverji í vinstru, sett bóltin í netið. Tað gjørdi hann við handara stólpa, eftir at Jónhard Frederiksberg hevði lagt innfyri úr høgru. 

10) 1-1: Klæmint A. Olsen 10.

Miðverjin hjá heimaliðnum Téhé Aristide drálaði eitt sindur, og so var Klæmint A. Olsen skjótur og tók bóltin av honum. NSÍ toppskjúttin var púra tryggur, tá ið hann var einsamallur ímóti Andras Gango, og bólturin sat í síðunetinum.

 

5)1-0: Camara 3. 

Eftir frísparksinnlegg frá Tór-Ingar Akselsen var tað Camara, sum stýrdi bóltin í málið.

07Vestur-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

07Vestur: Andras Gango – Petur G. Dalbø, Téhé Aristide, Emil Mikkelsen, Jákup G. Joensen (Høgni E. Nielsen, 60.) – Tór-Ingar Akselsen, Holgar Durhuus, Jovan Radinovic-Panic (Hørður Johansen, 57.), Eli Falkvard Nielsen (Ásmund Hansen, 76.), Jákup S. Olsen – Ibrahima Camara

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen – Karl Løkin, Magnus Olsen (Monrad Holm Jacobsen, 90.), Sjúrður Jacobsen (Meinhard Olsen, 61.) – Árni Frederiksberg (Haraldur R. Kjeld, 89.), Klæmint A. Olsen, Andy Olsen