FM - finala - og NM úttøka - í talvi fyri ung 2004

Talvsamband Føroya skipar fyri FM-finalu í talvi fyri ung í Argja skúla, leygardagin 27. november 2004 (kl. 10.00 til uml. kl. 17.00).

Kappingin er skipað í 5 bólkum:
A - bólkur: Telvarar føddir 1985-87
B - bólkur: Telvarar føddir 1988-89
C - bólkur: Telvarar føddir 1990-91
D - bólkur: Telvarar føddir 1992-93 og
E - bólkur: Telvarar føddir 1994 og seinni.

Í finaluni luttaka 8 í hvørjum aldursbólki og allir telva í móti hvørjum øðrum - t.v.s. 7 umfør. Umhugsunartíðin er 1/2 tími í part til hvør talvið.
Úttøkukappingar til finaluna hava verið í november mánað í Miðvági og á Oyrarbakka. 8 telvarar í hvørjum bólki, sum samanlagt hava klárað seg best í hesum báðum kappingum, hava kvalifiserað seg til finaluna. Í hvørjari úttøkukapping luttóku uml. 60 børn og ung.
Umframt at gerast føroyameistari í sínum aldursbólki, luttekur viðkomandi í Norðurlandameistara-skapinum í skúlatelving, sum í ár verður í Oslo í Noregi í februar mánað 2005. Nummar 2 í hvørjum bólki luttekur somuleiðis í NM-kappingini. T.v.s. at Talvsambandið/Føroyar luttekur við 10 telvarum - luttøkutalið er sostatt ájavnt tí onnur norðurlond luttaka við. Norðurlond skiftast um at halda kappingina. Í 2003 var kappingin í Føroyum, meðan kappingin í februar mánaði í ár var í Svøríki.
Talvsambandið miðar eftir at skipa fyri miðvísari venjing í desember/januar mánað fyri teimum sum kvalifiserað seg til NM.
Niðanfyri er úrslitatalvur frá úttøkukappingunum fyri 8 teir bestu, sum luttaka í finaluumfarinum. Harumframt er viðmerkingar atknýttar.

A - bólkur: Telvarar føddir 1985-87
Úttøkukappingar hava ikki verið í hesum bólkinum. Í skrivandi stund er ikki greitt hvør fer at luttaka í finaluni. Tilmeldingarfreistin til kappingina er hósdagin 25. november. Favorittur at vinna bólkin er uttan iva Olaf Berg, úr Havnar Telvingarfelag. Olaf er rættiliga sterkur telvari, hevur luttikið í NM í fleiri umførum og vann hann bronsu tá kappingin varð hildin í Svøríki. Aðrir sum væntast kunnu gera seg galdandi um NM plássini eru Rani Baldurson úr Klaksvíkar Talvfelag og Sjúrður Thorsteinsson av Tvøroyri, sum telvar fyri Vestmanna Talvfelag. Men eisini aðrir kunnu sjálvsagt gera um seg í bólkinum - 8 teir hægst rataða sum meldað seg hava rætt at luttaka.

B - bólkur: Telvarar føddir 1988-89
Verandi føroyameistarin í bólkinum Jón Gregersen úr Sandavágs talvfelag vann tepurt undankappingarnar samanlagt, bert hálvt stig frammanfyri Rógva Mortensen úr Havnar Telvingarfelag. Hesir báðir luttóku í NM kappingini seinast og ábendingar eru um at hesir ætla sær at endurtaka bragdið. Tó vístu serliga Henry Berg úr Havnar Telvingarfelag og Dávur Johannesen úr Róki, í undankappingini sum var á Oyri, at hesir eru sinnaðir at blanda seg uppí kappingina. Áhugavert er eisini, at endurstovnaða Eiðis Talvfelag hevur Høgna Sólsker í finaluni. Eiðis Talvfelag luttók fyri fyrstu ferð í seinnu undankappingini á Oyrarbakka og heili 15 telvarar úr felagnum luttóku.

C - bólkur: Telvarar føddir 1990-91
Helgi D. Ziska hevur vunnið undankappingar rættiliga sannførandi - hevur ikki tapt eitt einasta talv - vunnið 16 út av 16 møguligum. Meðan Helgi kann sigast at vera favorittur at vinna FM heitið, verður kappingin sera hørð um hinar plaseringarnar. Talan er um javntsterkar, royndar og evnaríkar telvarar. Rógvi Dragaberg fer ivaleyst at gera sítt ítarsta til tess at verja FM heitið frá í fjør, umframt NM plássið hann harvið vann sær. Tó hevur Margar Berg, úr Havnar Telvingarfelag, í kappingini higartil megnað at lagt hann afturum seg.

D - bólkur: Telvarar føddir 1992-93
Hjalti T. Jógvansson úr Havnar Telvingarfelag, vann fyrru undankappingina, meðan verandi føroyameistarin í bólkinum, Rógvi Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vann tað seinnu. Hesir báðir, umframt Rúni Vørmadal og Olaf R. Samuelsen, luttøku í NM seinast. Rúni og Olaf eru ryktir upp frá E-bólkinum. Rúni Vørmadal úr Vestmanna Talvfelag hevði eina ógvuliga góða seinnu úttøkukapping á Oyri og umdystur skuldi til, til tess at finna vinnaran. Mett verður at kappingin er sera opin og serliga 4 teir fremstu telvararnir frá undankappingunum, umframt Olaf, fara helst at gera um seg í finaluni.

E - bólkur: Telvarar føddir 1994 og seinni.
E-bólkurin umboðar yngstu telvararnar, upp til 10 ára aldur. Tann bert 7 ára gamli Høgni E. Nielsen úr Sandavágs Talvfelag megnaði at vinna báðar undankappingarnar. Hann er bróður Rógva Nielsen úr D-bólkinum. Ilt er tó at meta um, hvussu FM úrslitið verður tá avtornar. Tó sýnast skyldmennirnir Høgni og Janus úr Sandavágs talvfelag at liggja væl fyri. Ongin av telvarunum hevur luttikið í NM áður.

Sí annars meira um finaluna á: www.faroechess.com.