FM Fjallasúkkling um vikuskiftið

Sunnudagin verður kapping um FM heitið á fjallasúkklu hildin á økinum við plantusøluna í Hoydølum og niðan eftir gøtunum kring svartafoss.

 

Tí at kappast verður í greinini cross-country (XCO), skulu súkklast 30 km. Líknandi ruta hevur verið koyrd fyrr, og vísti seg at vera sera væl egnað til ein breiðan skara. Teknisku avbjóðingarnar ræða ikki óroyndar fjallasúkklarar og kunna súkklast av øllum, ið hava hug at royna seg. Tó krevur rutan stórt fimi og góða styrki, um tú ynskir at snúgva tær skjótt gjøgnum smølu vendingarnar og traðka undan hinum í talríku mótbrekkunum, skrivar MTB.fo

 

Rutan er skipað soleiðis, at tey vaksnu súkklað 4 ferðir runt á einum longum teini og síðani 6 ferðir á einum stuttum teini. Unglingar, eldri enn 45 og hugnasúkklarar súkkla helvtina av tí, sum tey vaksnu súkkla. Styttri teinurin ger tað sera áhugavert hjá áskoðarum at fylgja endabrestinum. Vinnaratíðin verður væntandi um 80 til 90 minuttir.

 

Skráin fyri kappingina er soleiðis:

 

12.00 Innritan byrjar og upphiting á rutuni er loyvd

12.30 Innritan steðgar

12.50 Luttakarar standa klárir við málið

13.00 Kappingin byrjar

Vinnarin væntast á mál umleið kl. 14.30.

 

Málið verður við plantusøluna, har allir súkklarar koma framvið ávíkavist seks og tíggju ferðir, skrivar MTB.fo.

 

Meiri kann lesast á facebook bólkinum hjá MTB.fo - HER

 

Mynd: Høgni Øster