FM kapping fyri handverkslærlingar

Fyri fyrstu ferð í Føroyum, verður skipað fyri FM kapping fyri handverkslærlingar. Tað vera lærlingar innan timbur, rørsmíð og hárfríðkan, sum fara at kappast um at gerast føroyameistari. Hetta skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi. 

 

 

Dagarnar 5. og 6. oktober í ár verður FM fyri handverkslærlingar á Torginum í SMS. Endamálið við kappingini er, umframt at finna føroya bestu lærlingar, at varpa ljós á yrkisútbúgvingar.

 

 

- Vit ynskja at vísa tað góða handverkið fram, og soleiðis fremja hugin hjá teimum ungu at velja sær yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag og ein av fyriskiparunum.

 

 

Fyriskiparar av tiltakinum eru Føroya Handverksmeistarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Føroya Handverkarafelag, Glasir Smiðjugerð, Tekniski skúli í Klaskvík og Yrkisdepilin.

 

 

- Vit fyriskiparar hava altíð vitað, at vit hava framúr dugnaligar handverkarar í Føroyum. Við hesari kappingini kunnu vit kjósa nakrar av teimum allar bestu, umframt at vit finna ein føroyameistara fyri trý útvald fak, sigur Magnus Magnussen.