Her í hægstu summartíð byrja FM kappingarnar á bana innan frælsan ítrótt. Tann fyrsta av hesum kappingum verður komandi leygardagin, tá ið Bragdið, vegna FÍF, skipar fyri FM í spjótkasti, diskuskasti og hamarkasti.
Kappingin verður á kastivøllinum við Eysturskúlan í Havn, og byrjað verður við spjótkasti kl 14.00, síðan verður kappast í diskuskasti og at enda í hamarkasti. Tey, sum hava hug at verða við í onkrari av hesum kappingum, kunnu tekna seg umvegis heimasíðuna www.athletics.fo ella ringja á 213775 áðrenn fríggjakvøldið kl. 20.00.