FM varð skotið um vikuskiftið

Hóast Annika Vang heilkiksaði ein píl, so megnaði hon at skjóta seg til nýtt føroyskt met í recurve fyri gentur. Og sama Annika megnaði eisini at vinna recurve-kappingina fyri vaksin

Bogaskjóting

Leygardagin 13. mars skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur í Runavík fyri føroya meistara kapping á frástøðuni 12 metrum.Við í kappingini vóru 20 ungfólk.
Í bólkinum compound vóru 5 luttakarar og vísti tað seg at vera sera javnt millum skjúttarnar, og var í steðginum bert 6 stig millum nummar 1 og 4. Men tá av tornaði býttu teir báðir fremstu um pláss og bleiv endaliga støðan hendan: Føroyameistari fyri ung í compound bleiv Robin Jønsson við (274+277) 551 stigum, nr. 2 bleiv Kaj Johannesen við (277+270) 547 stigum og nr. 3 bleiv Súnfríður Jacobsen við (272+268) 540 stigum, allir úr Ørvi.
Í bólkinum vóru annars fýra persónlig met.
Í bólkinum recurve vóru 15 luttakarar og var væntandi, at dysturin fór at stand millum tveir skjúttar - og so var tað eisini. Annika Vang var so óhepping at heilkiksa eitt skot í fyrru helvt og tá steðgur var, lá hon 5 stig aftanfyri Eirik í Jákupsstovu. Bæði skutu annars upp til sítt besta. Síðani vóru 45 stig niður til næstu skjúttarnir, men har var harður dystur um triðja plássið.
Í seinnu helvt var tað Eirikur, sum kiksaði eitt skot og Annika skeyt sum ongantíð fyrr. Tá kappingin var komin at enda var støðan hendan: Føroyameitari fyri ung í recurve bleiv Annika Vang við (269+284) 553 stigum, sum er nýtt føroyskt met fyri gentur, nr. 2 bleiv Eirikur í Jákupsstovu við (274+260) 534 stigum, bæði úr Ørvi, og nr. 3 bleiv Jastrid M. Jensen, Tambar, við (224+244) 468 stigum og persónligum meti.
Annars vóru fleiri persónlig met í bólkinum.

FM fyri vaksin
Sunnudagin 14. mars skipaði Bogaskjótifelagið Tambar í Havn fyri føroyameistara kapping fyri vaksin á 18 metra frástøðu. Við í kappingini vóru 15 luttakarar, harímillum fýra av teimum bestu ungu skjúttunum.
Í bólkinum compound vóru 8 luttakarar og stóð dysturin í ár aftur millum tríggjar skjúttar javnar skjúttar og tá kappingin var liðug var støðan hendan: Føroyameistari Albert Dam við (285+282) 567 stigum, nr. 2 Schandorff Vang við (283+279) 562 stigum og nr. 3 Per Holm Andersen við (279+275) 554 stigum, allir úr Ørvi.
Í bólkinum recurve vóru 7 luttakarar og var eingin ivi um, hvør ætlaði sær at vinna bólkin. Annika Vang, sum enn bert er 14 ára gomul, legði seg greitt á odda og stýrdi beina kós móti stóra máli sínum í ár - føroyameistaraheitinum fyri vaksin. Tá kappingin var av var støðan hendan: Føroyameistari Annika Vang við (270+271) 541 stigum og nýggjum føroyskum meti fyri kvinnur. Gamla metið á 540 stig átti hon sjálv frá fyrr í vetur. Nr. 2 bleiv Eirikur í Jákupsstovu við (247+262) 509 stigum, bæði úr Ørvi, og nr. 3 bleiv ein av elstu skjúttunum Bjarne Rasmussen, Tambar, við (222+230) 452 stigum.
Seinasta kappingin í vetur verður komandi leygardag í Havn, tá yngru skjúttarnir fara at skjóta 15 metur.
Stuðla kappingunum við heiðursmerkjum hevur Statoil.