##med2##
Skála hevur mangan argað B36 undir Mýruhjalla, og tað gjørdu teir aftur í dag við at knógva heim ein javnleik móti B36.
Skála – B36 1-1 (0-0)
0-1: Brian Jakobsen 54.
1-1: Dávid Johansen 82.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar sum vóru í "Triðja Hálvleiki" á FM1 við Ára Ó. Ellingsgaard hjá Skála og høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík.
Ari sigur, at kenslan er góð aftaná eitt gott avrik har Skála kundi verið farnir við øllum trimum stigunum. Ari heldur, at Skála hevur avrikað væl, men tað er erguligt, at liðið ikki hevur fingið meir enn trý stig í úrtøku,
Dan iðrar seg um, at hansara menn ikki tóku meira av møguleikunum tá teir vóru leikliga greitt omaná í fyrra hálvleiki og tíðliga í seinna hálvleiki, og tí gagnast javnleikurin stak illa hjá B36.