##med2##
Gongdin er góð hjá 07 Vestur. Farna vikuskiftið vunnu vágamenn 3-1 á TB á heimavølli, og seinnapartin í dag vann 07 Vestur aftur ein týðandi 3-1 sigur. Hesaferð á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Við sigrinum hevur 07 Vestur togað seg upp á sjeynda plássið har teir hava 17 stig. 07 Vestur hevur nú fimm stig niður til ÍF á næstaftasta plássinum. 07 Vestur spælir móti júst ÍF komandi sunnudag, og tá kunnu teir við sigri koma í eina sera góða støðu.
EB/Streymur-07 Vestur 1-3 (1-1)
1-0 Símun Sólheim (10.)
1-1 Høgni Egilstoft Nielsen (27.)
1-2 Predrag Jeremic (62.)
1-3 John Fagerström (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum fýra málunum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein vónbrotnan Bárður Olsen hjá EB/Streymi sum slær fast, at hetta var var eitt út av lagi vánaligt avrik hjá EB/Streymi í dag.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein fegnan Martin Tausen hjá 07 Vestur, ið avgjørt heldur, at aftaná teir komu á 2-1 megnaði EB/Streymur als ikki at koma til orðanna aftur í dystinum.
HER ber til at hoyra øll málini, samanumtøkurnar og allar samrøðurnar frá 19. umfari frá FM1.