##med2##
Michal Przybylski spældi framúr allar 120 minuttirnar pluss tað leysa, tá B36 skrivaði søgu við at vinna 7-6 á The New Saints FC aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Michal Przybylski upplivdi bæði at leggja B36 á odda 1-0 í vanligu leiktíðini, og at brenna í brotssparkskappingini.
Tað var tí ein sera lættur Michal Przybylski, og ein sera rørdur høvuðsvenjari hjá B36, Jákup á Borg, ið reportarin hjá FM1, Tróndur Arge fekk orðið á aftaná søguliga dystin, har B36 gjørdist fyrsta føroyska liðið at vinna seg víðari trý umfør í einari evropeiskari kapping.
Jákup á Borg var so rørdur, og so stoltur, at hann átti næstan ikki orð.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Michal Przybylski og Jákup á Borg.
##med3##
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum frá tí minniliga og søguliga dystinum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan - og bjargingarmannin - Róa Mørk Hentze.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljevic, ið skoraði til 2-2.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sebastian Pingel, ið skoraði uppá tað seinasta brotssparkið hjá B36.