FM1: Liðskiparin situr við blandaðum kenslum

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø taka saman evropeisku kappingina hjá KÍ hesaferð

##med2##

Tað var ein liðskipari við ógvuliga blandaðum kenslum reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig fekk orðið á aftaná hópurin hjá KÍ var komin aftur á gistingarhúsið í Dublin aftaná 1-3 tapið móti Dundalk FC í Europa League Play Off dystinum.

Jákup Biskopstø Andreasen iðrar seg um, at hann og liðfelagarnir ikki kundu geva trúgvu viðhaldsfjøldini ta ultimativu upplivingina við at vinna KÍ í Europa League bólkaspælið.

Hinvegin heldur Jákup, at KÍ samlað hevur avrikað væl í Evropa í ár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Jákup Biskopstø Andreasen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran, Mikkjal Thomassen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við málskjúttan, Ole Erik Midtskogen.

(Aftaná 1-3 tapið í Dublin: Jákup Biskopstø Andreasen)