##med2##
KÍ hevði tað trupult við at koma veruliga í gongd móti ÍF, men tá tað aftaná ein lítlan tíma eydnaðist at javna til 1-1 koyrdi tað hjá verandi FM-vinnarunum.
KÍ-ÍF 4-1 (0-1)
0-1 Sjúrður Pauli Nielsen (9.)
1-1 Páll Klettskarð (57.)
2-1 Jóannes Bjartalíð (62.) br.sp.
3-1 Páll Klettskarð (75.)
4-1 Ole Erik Midtskogen (77.)
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hevði tó ynskt sær ein enn størri sigur. KÍ hevur ein málmun, ið er 10 mál verri enn HB, og hann hevði ynskt at tikið seg inn á tann málmunin.
- Um vit vinna okkara dystir og HB tapir ein dyst, so hava vit ein møguleika, sigur Mikkjal.
Longu í 27. minutti skifti Mikkjal Jonn Johannesen út við Páll A. Klettskarð, og tað vísti seg at gera stóran mun. Umframt tvey mál hevði Páll tveir bóltar í málinum, ið vóru dømdir offside.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fimm málunum í dystinum í Klaksvík.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Mikkjal Thomassen aftaná dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein bersøgnan venjara hjá ÍF, Ólavur Larsen sum helt, at brotssparkið sum KÍ fekk, og skoraði uppá til 2-1 var burtur úr vón og viti.