FM1 sendir frá Hondverkaramessuni seinnapartin fríggjadagin

Sent verður millum klokkan 14 og 16

Seinastu mongu árini hevur FM1 sent beinleiðis frá hondverkaramessuni hjá Bygma Balslev í Hoyvík, og tað verður aftur á skránni hjá FM1 í morgin seinnapartin.

 

Millum klokkan 14 og 16 sendir FM1 beinleiðis frá hondverkaramessuni, har prátað verður við fyriskiparar, veitarar og handverkarar.

 

Reportarar hjá FM1 vera Ragnar Sjúrðarson og Óli G. Samuelsen.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo