Sera javnt er millum Neistan, Kyndil, H71 og VÍF í oddinum í Okkaradeildini. Neistin hevur 18 stig, meðan Kyndil, H71 og Neistin hava 17 stig hvør.
Klokkan 16 í dag spæla VÍF og Kyndil í høllini í Vestmanna. Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Ljóðsamrøður við umboð fyri VÍF og Kyndil koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.