FM1: Víkingur-HB 4-2 (1-0) Hoyr málini og samrøður

(FM1) Hoyr tvímálsskjúttan hjá Víkingi, Olaf Bárðarson og høvuðsvenjaran hjá HB, Kim Engstrøm seta orð á Víkingur-HB 4-2 (1-0)

##med2##

 

Víkingur vann góðan 4-2 heimasigur á HB í dag við sterkum avriki, og kann nú byrja at fyrireika seg til eina oddauppgerð móti KÍ við Djúpumýru komandi leygarkvøld klokkan 18.30.

 

Víkingur – HB 4-2 (1-0)

 

1-0: Olaf Bárðarson 10.

 

2-0: Olaf Bárðarson 52.

 

2-1: Jákup L. Thomsen 57.

 

3-1: Sølvi Vatnhamar 72.

 

4-1: Sølvi Vatnhamar 74.

 

4-2: Øssur M. Dalbúð 92.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum seks málunum sum komu í dystinum í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við annan tvímálsskjúttan hjá Víkingi, Olaf Bárðarson sum kundi stórfegnast um tvey skotin mál og góðan sigur til Víking.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá HB, Kim Engstrøm.