Fobi ? hvat skal eg gera?

Sveittar tú um allan kroppin, ristir og fær kvalmu, tá tú ert í einari ávísari støðu? Soleiðis kemur út úr tínari sjúkligu ræðslu:

Danski sálarfrøðingurin á DR1, Camilla Holst, vísur okkum á tíggju loysnir upp á, hvussu vit kunnu koma úr okkara sjúkligu ræðslu.

 

1. Síggj fyri tær, at tú megnar forðingina. Hugsanin um, at tað eydnast, hjálpir tær.

2. Tekna eina trappu, har tú á ovasta stiganum skrivar, hvat tú ert mest bangin fyri. Á næstovasta stiganum skrivar tú, hvat tú ræðist næstmest. Soleiðis skalt tú gera, til tú kemur til eina forðing, ið tú ræðist minst.

3. Hugsa um tín besta stuðil. Hvat vildi hann ella hon sagt fyri at stuðla tær?

4. Hugsa um, tá tú hevur gjørt okkurt, tú ikki trúði, at tú nakrantíð fórt at gera. Spyr teg sjálva: hvat gjørdi, at eg gjørdi tað alíkavæl?

5. Tosa við teg sjálva, finn hugnaligar reglur, sum tú kanst siga hart, tá tú ikki hevur tað so gott og noyðist at slappa av.

 

Les meira: ræðist tú froskar?