Eitt bræv har teir siga, at um løgtingið viðtekur at leggja treytir við fyri at víðka eginpeningin hjá Framtaksgrunninum vil tað hava við sær, at bankin vil minka sín part av kredittveitingunum til Fiskasøluna. Eitt mikið løgið bræv!
Enn løgnari er at, tað var løgmaður og ikki Fiskasølan sum kom fram við brævinum!?
Dagin eftir, ella var tað sama dag, sigur forstjórin í bankanum, at teir skriva ikki slík brøv. Sjálvandi ikki. Tann heiðursmaður hann er veit hann væl, at ein kann ikki loyva sær at brúka ein kunda til at hótta politisku skipanina við. Men brævið er so farið úr bankanum, tí dagin eftir fæst váttan fyri, at Fiskasølan veruliga hevur móttikið hóttanarbrævið. Tað má so vera sent, uttan at forstjórin veit um tað! Og ætlanin var heilt greið. At tað skuldi leka út, tí annars gevur brævið onga meining.
Teir spurningar tú stendur eftir við eru m.a.:
1. Var brævið bílagt av løgmanni fyri at fáa sína áheitan á tingið ígjøgnum?
2. Hvør hevur undirskrivað brævið og sostatt latið løgmann brúka bankan sum jarnbrot.
3. Hvør var millumgongumaður millum bankan og løgmann?
Sjálvandi skrivar ein peningastovnur ikki eitt hóttanarbræv til eitt viðskiftafólk um, hvat sum hypotetiskt kann henda í politisku skipanini í framtíðini og sum viðskiftafólkið onki ræði hevur á. Í hvussu so er ikki ein stovnur, sum hevur nakað vet eftir av stoltleika og heiðurskenslu.
A. Guttormur Djurhuus