Ólavsøkuaftan verður gudstænasta fyri lærarar og onnur áhugaði, har Torben Johannesen prædikar. Tvær bøkur verða givnar út í samband við 100 ára dagin. Føroya Lærarafelag 100 ár og Føroyskir fólkaskúlalærarar.
Kantata framførd
Í samband við altjóða læraradagin 5. oktober verður framførd kantata, sum Alexander Kristiansen hevur skrivað til 100 ára haldið. Pauli í Sandagerði komponerar og stjórnar kóri og tónleikarum.