ICES og
Fiskirannsóknarstovan hava á hvørjum ári síðan viðkanina av
fiskimarkinunum út á 200 fj. og fiskastovnarnir undir Føroyum blivu ogn
Føroya fólks, ávarað ímóti tí alt ov høga veiðutrýstinum á
botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Hesi ráð eru og hava aloftast verðið
skúgvað til viks til fyrimunar fyri ráðini frá fiskifrøðingunum í R.C.
Effersøesgøtu og á Bryggjubakka. Í tíðarskeiðnum 1985-1993 minkaði
veiðan av botnfiski undir Føroyum úr 140.000 tonsum niður í 60.000
tons. Úrslitið var eini 1200-1500 færri arbeiðspláss á sjónum og eini 2000
færri arbeiðspláss á teimum 10 flakavirkjunum, ið ikki longur var rúm fyri.
Nyrup og Lykketoft í parti við Fiskirannsóknarstovuni Ráðini frá ICES og
Fiskirannsóknarstovuni í árunum undan húsaganginum vóru sera
greið-gevist við at fiska tosk ella minkið heilt munandi um fiskiskapin.
Fiskirannsóknarstovan hevur ongantíð í sínum ráðum tikið dagar ímillum,
hvør skuldi taka politisku avgerðina. Tað verið seg Dam, Ellefsen,
Sundstein, Petersen, Joensen ella Nyrup. Ein illgiting um, at hugmóðin á
Fiskirannsóknarstovuni varð broytt, er tí púra burtur við. At hetta skal
koma frá einum tíðandi fjølmiðli sum Sosialinum, har ein hevði væntað
ørvísi innlit og álvarsama viðgerð í einum leiðara, er tí sera ørkymlandi.
Mælti til at biðja Jean Jacues Maguire koma Tað var
Fiskirannsóknarstovan, ið á sumri 1995 mælti Landsstýrinum til á at fáa
kanadiska fiskifrøðingin Jean Jacques Maquire at koma til Føroyar fyri A.
Saman við Fiskirannsóknarstovuni gera eina endurmetan av
stovnsmetingunum hjá ICES sama vár og B. At meta um
arbeiðsgongdirnar á Fiskirannsóknarstovuni og arbeiðið á stovninum
yvirhøvur. Sosialurin man vera einasti fjølmiðil og einasti í Føroyum
yvirhøvur, sum ikki minnist, at tað var næstan einki livandi at fáa undir
Føroyum í tíðarskeiðnum 1989-1994, og at hetta var ein tann stórsta
orsøkin til húsagangin. Við ársenda 1994 byrjaði at bragda aftur, og í
yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinason várið 1995 var fitt av toski í
veiðuni. Hetta, saman við øllum tilfarinum annars, ið
Fiskirannsóknarstovan savnar á hvørjum ári til grund undir
stovnsmetingunum, varð lagt fyri ICES í 1995. ICES metti, at hóast
glottan í yvirlitstrolingini, so var vandin fyri stovninum enn alt ov stórur
til, at teir kundu mæla til ein linna í reguleringini. Víst var til, at í eina
líknandi støðu í toskastovnunum við New Foundland og á eysturstrondini
av Canada nøkur ár fyri, hevði økta kvotan, ið tá varð latin, ført til, at
toskastovnarnir har vórðu endaliga niðurfiskaðir, og enn ikki eru komnir
fyri seg.
Gongdin í 1995 Í yvirlitstrolingini á sumri 1995 var eisini fitt av toski at
fáa, og við støði í hesi og yvirlitstrolingini um várið, gjørdi Jean Jacques
Maguire saman við fiskifrøðingunum á Fiskirannsóknarstovuni eina
nýggja stovnsmeting av botnfiskastovnunum undir Føroyum, íð varð løgd
fyri ICES heystið 1995. Niðurstøðan í hesi nýggju stovnsmeting var, at
støðan í toskastovninum var betur enn fyrr mett, og at tað var ráðiligt at
hækka kvotuna av toski. Hinvegin varð eisini mett, at støðan hjá upsanum
var verri enn fyrr mett, og at henda kvotan átti at verðið lækkað munandi.
ICES helt tó fast við sína niðurstøðu frá várinum viðvíkjandi toskinum,
men var samd við Jean Jacques Maguire og fiskifrøðingunum á
Fiskirannsóknarstovuni um upsan. Hóast niðurstøðuna hjá ICES mælti
Fiskirannsóknarstovan Landsstýrinum til at hækka kvotuna av toski;
samstundis var mælt til at minka kvotuna av upsa.
Er við til at loysa ein politiskan trupulleika Við at mæla Landsstýrinum til at
fáa eina endurmeting av fiskastovninum mitt í árinum 1995 var
Fiskirannsóknarstovan við til at fáa loyst ein sera stóran politiskan
trupulleika. Eftir vanligari mannagongd skuldu stovnarnir av botnfiski ikki
viðgerast av ICES aftur fyrr enn á vári 1996, og uttan endurmetingina
hevði Landsstýrið ikki havt møguleika at hækka kvotuna av toski heystið
1995. At Landsstýrið ikki samstundis tók ráðini um at lækka kvotuna av
upsa til eftirtektar, svíða vit so harafturímóti fyri i dag, nú stovnurin av
upsa er minni enn nakrantíð fyrr í tíðini, vit hava stovnsmetingar fyri, og
eftir røttum átti at verðið friðaður.
Fortreytir og forsagnir Stovnsmetingar og forsagnir um komandi veiðu
byggja sum allar aðrar metingar og forsagnir á, hvussu viðurskiftini hava
verið áður, hvussu var fiskiskapurin hjá skipunum í fjør, hvussu er
aldursbýtið í veiðuni, hvussu sá tað út í yngulkanningunum, hvussu
hildnaðist yvirlitstrolingin og so framvegis. Øll hesi tøl verða sett inn í ein
hagfrøðiligan frymil (model), og út frá hesum verða sannlíkindi roknað
fyri fiskiskapinum komandi tíðina. Men sum í øllum øðrum eru úrslitini
tengd at fortreytunum. Vísir tað seg, at veruleikin er ørvisi enn
fortreytirnar, so verður fiskiskapurin eisini ørvísi. Hetta hava vit sæð í
fleiri førum. Eitt var, tá tað í forsøgnini viðvíkjandi toski í 1990 varð
roknað við miðal tilgongd, og tað síðan vísti seg, at tilgongdin var langt
undir miðal, varð úrslitið at fiskiskapurin av toski gjørdist nógv minni, enn
forsagnirnar vístu. Eitt annað var í 1996, tá dagatalið hjá t.d. línuskipunum
varð roknað eftir miðal dagatalinum í tíðarskeiðnum 1986-1995. At kalla
øll hesi árini royndu línuskipini yvirhøvur á djúpum vatni eftir longu og
brosmu. Men bæði i 1995 og 1996 hava somu skip yvirhøvur roynt
grynnri eftir toski og hýsu. Eisini tykist royndin undir Íslandi at vera
minkað. Úrslitið er, at veiðan av toski hjá línuskipunum er nógv størri, enn
roknað varð við, tá fiskidagaskipanin varð sett í gildi. Sama kann sigast
um t.d. partrolarar og snelluskip.
Lurta eftir ICES Skoðsmálið frá Jean Jacques Maguire um
Fiskirannsóknarstovuna loyvir ikki nakra undirmeting av tilfarinum frá
okkum, og vit kunnu uttan at skammast møta á fundi í ICES. Eisini hevur
Jean Jacques Maguire bæði í 1996 og 1997 luttikið fyri Føroyar í
arbeiðsbólkinum í ICES, sum hevur mett um stovnarnar undir Føroyum.
Hann varð í fjør valdur til formann í ráðgevandi nevndini hjá ICES
(ACFM), ið gevur endaligu ráðini frá ICES. Og hann hevur tí í ár og trý ár
fram ábyrgdina av ráðunum frá ICES um hvussu allir fiskastovnar í ICES
økinum eiga at troytast í komandi árum. ICES hevur tí, eins og
Fiskirannsóknarstovan, fullt álit á Jean Jacques Maguire. Øll limalondini í
ICES lurta eftir ráðunum haðani. Tað verið seg EU, Russland, Ísland,
Noreg, etc. , og eisini Grønland, sum hevur eygleiðara status eins og
Føroyar lurtar eftir ICES. Høvuðsgrundin fyri hesum er, at við virknum
fiskirannsóknarstovum, ið í felag meta um stovnarnar hvør hjá øðrum,
fæst ein meting, sum er leys av fíggjarligum og politiskum áhugamálum í
hvørjum landi sær. Tá Sosialurin í nevnda leiðara metur, at 3neyvan lurtar
nakar eftir ICES2, má hetta merkja vit føroyingar. Hví føroyingar skulu
vera so framúr klókari enn øll í øðrum londum, ið hava eina virkna
fiskivinnu á sjónum, er ilt at vita, men tað ber til at gita, at leiðarin heldur
enn eitt ynski um at fáa eina so góða og óhefta meting sum gjørligt, nýtir
ICES og Fiskirannsóknarstovuna við onkrum ósakligum endamáli.
Vit eru øll fiskifrøðingar Tann vitan, íð fiskimenn hava ognað sær í sínum
dagliga strevi á sjónum, er ein ótømandi kelda eisini hjá
Fiskirannsóknarstovuni, og vit kundi ynskt, at umstøður vóru til í enn
størri mun enn nú, at savnað og troytt hesa vitan til frama fyri bæði
stovnsmetingar og fyri at savna vitan yvirhøvur um livilíkindi og
broytingar í atburði hjá fiski og í sjónum undir Føroyum. Men,
samanborið við líknandi stovnar í øðrum londum, er
Fiskirannsóknarstovan ein evarska lítil stovnur við eini sera lítlari fíggjar-
og manningarorku. Dagliga strevið er tí at fáa til vega neyðuga tilfarið til
stovnsmetingarnar. Hetta ger starvsfólkið á Fiskirannsóknarstovuni eftir
mínum tykki fyrimyndarliga, og tað er tí sera hugstoytt at lesa ein so
niðurgerandi leiðara sum í Sosialinum 7. Juni. Persónliga havi eg altíð
hildið, at leiðarar í dagbløðum áttu at havt eina adressu, verði kritiskir, men
eisini sakligir. Leiðarin í Sosialinum hevur eftir mínum tykki eitt ósakligt
ørindi, er illa undirbygdur, og er skrivaður í einum demagogiskum stíli, ið
tíðin langt í verðini síðan er farin frá.