Føroyar fyri øll

Eg fekk eina áheitan, og eg  stilli upp til løgtingsvalið 2026 fyri Javnaðarflokkin, og hetta er fyrstu ferð.

 

Míni hjartamál eru búskapar- og bústaðarpolitikkur, og at vit hava eitt samfelag, har vit býta samfelagsvirðini javnt, so øll eru við. Øll hava rætt til ein bústað, og til ein gerandisdag, ið ikki er merktur av, at trupult er at fáa endarnar at røkka saman. Ung og gomul skulu hava virðiligar umstøður.

 

Mentanarpolitikkur haldi eg eigur at raðfestast frammaliga, og er hetta nakað, ið ofta dettur burturímillum. Eg havi drúgvar royndir í ymsum nevndararbeiði á hesum øki.

 

Sum lærari í meira enn 30 ár hevi eg drúgvar royndir á hesum øki, og er hetta nakað, ið er frammaliga í mínum hugaheimi. Vit hava eitt gott skúlaverk, sum tó sjálvsagt eigur at blíva betri og mennast. Broytingarnar í samfelagnum krevja alla tíðina, at skúlin eisini broytist og fylgir við.

 

Suðuroyartunnilin liggur sjálvsagt frammaliga í huga, og at fáa boðskapin út um, at hetta ikki er ein ræðandi ætlan, men ein neyðug ætlan. Vit hava í dag eina farleið, ið kostar nógv, og sum bara gerst dýrari, meðan ein tunnil hinvegin loysir seg, sum frá líður.

 

Brúka vit eina peningaupphædd upp á verandi farleið, óbroytta, ella brúka vit SOMU uppædd upp á fast samband til Suðuroyar, hetta er spurningurin?

 

Og her skal eisini hugsast um, at uttan ein livandi útjaðara eru vit eitt fátækari samfelag.

 

Eg arbeiði fyri, at øll skulu við, og fyri einum Føroyum fyri øll.

 

Stutt um meg: Eg eri úr Hoyvík, og eri í dag búsitandi í Vági saman við Esther. Vit eiga 3 børn.

 

Eg eri 58 ár og tók prógv sum fólkaskúlalærari í 1993.

 

Eg eri eisini tónleikari, og spæli javnan til mong -ofta sera ymisk – tiltøk. Eg skrivi tónleik, og eg havi givið tónleik út, bæði undir egnum navni, og saman við øðrum.

 

Vón mín er at tú setur kross við Dagfinn Olsen á løgtingsvalinum 26. mars 2026.