Hun býtir sína tíð millum Ísland, Pólland og Portugal og arbeiðir á markamótinum millum burðardygga nýhugsan, ringbúskap (cirkulær økonomi) og nútíðar tekstil praksis.
Hetta skrivar vagur.fo.
Sum partur av uppihaldinum í Vági í gjøgnum stuðulsmøguleikan Arctic Digital Nomad hevur Lena arbeitt samen við Anju Johansen, sum er undirvisari í Vágs kvøldskúla, og øðrum borgarum í vevstovuni í Vági. Við eldhuga og miðvísum arbeiði eydnaðist tað henni at gera sítt grafiska teppið liðugt, áðrenn hon fór úr Vági.
Í meðan Lena var í Vági - góðar tveir mánaðar - hevði hon fleiri verkstovur við ymiskum teknikkum í veving. Í samband við verkstovurnar nýtti hon hentleikarnar hjá FabLab Vágur til at 3D prenta útgerð og at laserskera rammuvevar.
Lena fann íblástur til litirnir í føroyska flagginum og í ríka fuglalívinum í Føroyum. Úrslitið sæst her, skrivar vagur.fo.
-Okur takka Lenu fyri hennara íkast til kvøldskúlan, sigur Tina Grønbech, kvøldskúlaleiðari.
Á vagur.fo eru fleiri myndir at síggja.
Mynd: Agata Melnyk











