Føroyar hava tveir sigrar, ein javnleik og fimm tap móti Estlandi

Klokkan 16 í morgin spæla Føroyar fyrra dystin í Baltic Cup

Í 2024 vann Estland 4-1 á Føroyum í Baltic Cup kappingini

Klokkan 16 í morgin spæla Føroyar á níggjunda sinni landsdyst móti Estlandi. Dysturin í Parnu er hálvfinalan í Baltic Cup. Mánadagin møta vit antin Litava ella Lettlandi í antin finaluni, ella í dystinum um triðja plássið.

 

Hetta er níggjunda ferðin Estland og Føroyar møtast, og higartil hevur Estland vunnið fimm dystir, Føroyar hava vunnið tveir dystir, og ein dystur er endaður javnur.

 

Fyrstu ferð liðini hittust var í venjingardysti á Kýpros 24. februar í 1996. Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Óli Johannesen og Henning Jarnskor skoraðu føroysku málini.

 

Vit spældu aftur venjingardyst móti Estlandi á útivølli í Tartu 6. august í 1997, har vit við málum hjá Jens Eriki Rasmussen og Jan Allani Müller í seinna hálvleiki vunnu 2-0.

 

Vónirnar vóru tí góðar undan EM-undankappingardystunum móti Estlandi á Kadrioru leikvøllinum í Talinn 4. juni í 1998. Men vit vóru fyri stórtapi 0-5 (0-2).

 

2.300 áskoðarar vóru til returdystin á Tórsvølli 4. september í 1999. Leingi sá út til, at dysturin fór at enda 0-0, men heilt móti dystarenda skoraði Estland tvey mál, og vit sótu eftir við ongum. 

 

4. juni í 2008 spældu Føroyar venjingardyst móti Estlandi á A. Le Coq Arena í Tallinn. Tá 28 minuttir vóru leiktir vóru vit aftanfyri 0-3, men innanfyri sjey minuttir í seinna hálvleiki, millum 63. minutt og 70. minutt skoraðu Føroyar trý mál. Christian Lamhauge Holst skoraði tvær ferðir áðrenn Súni Olsen javnaði við einum brotssparki til 3-3. Men ólukkutíð megnaðu estar at vinna 4-3.

 

11. august í 2010 spældu Estland og Føroyar EM-undankappingardyst á A. Le Coq Arena í Tallinn. Jóan Símun Edmundsson legði Føroyar á odda við einum góðum skoti tá 28 minuttir vóru leiktir. Føroyar vóru á sigurskós leingi í dystinum, men í 89. minutti javnaði Kaimar Saag - sum spældi við B36 í 2018 - til 1-1. Ólukkutíð skoraði Raio Piiroja sigursmálið til 2-1 til Estland í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Í returdystinum frammanfyri 1.715 áskoðarum á Svangaskarði 7. juni í 2011 eydnaðist tað Føroyum at vinna 2-0 á Estlandi við einum brotssparksmáli hjá Fróða Benjaminsen, og einum máli Arnbjørn Hansen skoraði aftaná Fróði hevði brent eitt brotsspark fyrst.

 

8. juni í 2024 spældu Føroyar hálvfinalu á Le Coq Arena í Tallinn móti Estlandi. Petur Knudsen legði Føroyar á odda 1-0 í 24. minutti, men stutt undan steðginum javnaðu estar, og teir skoraðu tríggjar ferðir í seinna hálvleiki uttan, at okkara megnaðu at svara aftur. Sostatt endaði dysturin við einum 4-1 sigri til Estland.

 

Kelda: FaroeSoccer

 

 

 

Í 2024 vann Estland 4-1 á Føroyum í Baltic Cup kappingini