Klárt at umvæla Argja skúla

Seinnapartin í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og sp/f HVT, sum skal umvæla gamla Argja skúla

Skúlin var opin fyri almenninginum í sambandi við, at Elsa Berg, borgarstjóri, Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, og Regin Petersen, stjóri í Sp/f HVT, undirskrivaðu sáttmálan.

 

Elsa Berg, borgarstjóri, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini, hildu røður vegna kommununa, og Bergur Debes Joensen, prestur og argjamaður, segði eisini nøkur orð.

 

Argja skúli er í ringum standi, men nú verður farið í holt við at skifta klædning, vindeygu og tekju á skúlabygningunum. Komandi ár er so ætlanin at gera skúlan innan eisini, so hann væntandi verður klárur at taka í nýtslu í august 2027.

 

Guli skúli skal hava fleiri undirvísingarhøli í skúlanum, og ætlanin er eisini at hava frítíðartilboð til 3.-6. flokk.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##