Í kjakinum um framtíðina hjá føroyska vælferðarsamfelagnum hoyra vit aftur og aftur sama uppskot, pensjónsaldurin má hækkast. Men hetta er í veruleikanum bara eitt symptom, ikki sjálv orsøkin til trupulleikan.
Veruligi trupulleikin er nógv einfaldari, vit fáa ov fá børn.
Tá burðartalið lækkar, gerst javnvágin í samfelagnum skeiv. Færri arbeiðsfør skulu bera størri byrðar, bæði til pensjónir, heilsuverk og aðra vælferð. Tað er ikki tí, at vit gerast ov nógv eldri. Tað er tí, at vit fáa ov fá børn.
Tí eiga vit í politiska kjakinum at venda spurninginum á høvdið.
Hvussu gera vit tað lættari hjá fólki at fáa børn og stovna familju?
Í dag er tað kostnaðarmikið at hava børn. Bústaðir eru dýrir, dagstovnar kosta, og nógv ung pør kenna, at dagligdagurin er dýrur. Tey vilja gjarna hava børn, men nógv halda aftur, tí tey ivast í, um tey hava ráð.
Tí er mítt uppskot einfalt og beinraki.
Foreldur eiga at fáa ein greiðan og veruligan skattalætta tey fyrstu árini, meðan børnini eru smá.
Hetta hevði verið ein greið politisk raðfesting av barnafamiljum og ein beinleiðis eggjan til at vit fáa fleiri børn.
Hetta hevði sjálvandi kostað nakað hjá landinum, men í mun til samlaðu almennu inntøkurnar hevði talan verið um eina lutfalsliga lítla útreiðslu. Ein lítil partur av fíggjarlógini kundi verið brúktur til eina av teimum týdningarmestu íløgunum, vit kunnu gera, framtíðar føroyingar.
Hvørt barn, sum verður føtt í Føroyum, fer seinni at arbeiða, rinda skatt og bera vælferðarsamfelagið víðari. Tað er tann mest haldføra íløgan, vit kunnu gera.
Vit standa við eitt vegamót.
Vit kunnu halda fram við at symptom behandla út í æsir, ella vit kunnu loysa trupulleikan úr rætta endanum.
Nú má handlast.
Kristian Krog Hentze X við A











