Føroyar møta ikki Hvítarusslandi sum saman við Russlandi er útistongt

Tað vera eingir HM-undankappingardystir millum Føroyar og Hvítarussland

Krígsørskapurin hjá Russlandi í Ukraina fær fleiri og fleiri fylgir fyri Russland og fyri Hvítarussland.

 


HM-undankappingardystirnir sum skuldu vera millum Føroyar og Hvítarussland í manshondbólti 16. og 20. mars vera av ongum.

 

Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF hevur samtykt at banna Russlandi og Hvítarusslandi at taka lut í evropeiskum kappingum. Hetta er galdandi bæði fyri landslið og fyri felagslið.

 

Ári Rouch, samskipari hjá HSF sigur við "3-2" í KVF, at hetta eigur ikki at merkja annað enn, at Føroyar vinna seg víðari uttan dyst.

 

Um Føroyar fara víðari uttan dyst til seinasta HM-undankappingarumfari bíða tveir dystir móti Týsklandi, heima og úti. Samlaði vinnarin vinnur seg í HM-endaspælið, ið verður í Svøríki og í Póllandi í januar komandi ár.

 

Seinasta HM-undankappingarumfari verður leikt í páskavikuni.

 

Russland skuldi hýsa einum EM-endaspæli í strandahondbólti (Beach Handball) í summar, men tað verður flutt til eitt annað land.

 

Umboð hjá russiska og hvítarussiska hondbóltssambandinum sleppa ikki at møta á fundum og ráðstevnum hjá EHF.