Ungur norðmaður fongslaður fyri dráp í Spania

Drápið skal vera hent í samband við ein bardaga, og norðmaðurin er nú varphaldsfongslaður í Malaga

 

Ein norðmaður í 20-unum er handtikið og skuldsettur fyri dráp í Spania.

 

Tað veit Verdens Gang at siga.

 

Drápið skal vera hent í samband við ein bardaga, og norðmaðurin er nú varphaldsfongslaður í Malaga.

 

Sambært løgregluni fekk maðurin, sum læt lív, eitt slag í andlitið, sum gjørdi, at hann datt afturav.

 

Maðurin, sum var 63 ára gamalur, fekk skaða í høvdið í fallinum, veit spanska ávísin, Sur, at siga.

 

Las Provincias veit at siga, at maðurin doyði eftir at hava ligið í koma í næstan tvær vikur.