Føroyar vunnu enn ein stórsigur á Luksemborg

Munurin var aftur 18 mál millum liðini hesaferð

Fyri aðru ferð hesa vikuna hevur føroyska kvinnulandsliðið vunnið ein stórsigur við 18 málum á Luksemborg.

 

Í heimadystinum í høllini á Hálsi vunnu okkara kvinnur 39-21 á Luksemborg. Í steðginum var støðan 17-9 til Føroyar. 

 

Luksemborg var væl við ta einu løtuna í fyrra hálvleiki, men so drógu føroysku kvinnurnar veruliga frá luksemborgska liðnum.

 

Mikukvøldið vunnu Føroyar 34-16 (16-9) á Luksemborg á útivølli. 

 

Føroyar spæla móti Svøríki í høllini á Hálsi, mikukvøldið 3. apríl, og móti Íslandi á útivølli, sunnudagin 7. apríl. 

 

Eydnast okkara kvinnum at vera millum fýra teir bestu tríararnar í teimum átta EM-undankappingarbólkunum, so tryggja tær sær eitt søguligt pláss í einum EM-endaspæli. Málmunurin kann vísa seg at blíva avgerandi í tí roknstykkinum. Tað eru úrslitini móti nummar eitt og tvey í bólkinum, ið telja tá. So stórsigrarnir móti Luksemborg telja ikki við í tí roknskapinum. 

 

Málskjúttar Føroyar: Anna Elisabeth H. Weyhe 6, Maria P. Nólsoy 5, Karin Egholm 5, Elsa Egholm 4, Jana Mittún 4, Hervør Niclasen 4, Rannvá Olsen 3, Lív S. Poulsen 3, Pernille Brandenborg 2, Bjørk F. Joensen 2, Bjarta O. Johansen 1.

 

Málverjarnir: Annika F. Petersen 7/15, Rakul S. Wardum 4/17.