Liðið hjá Ova og Paula tapti greitt fyri Kolstad

Bergsøy fekk eina torføra byrjan

 

 

Leygardagin spældi liðið hjá Ova Lützen og Paula Høj, Bergsøy fyrsta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

1.582 áskoðarar vóru til fyrsta søguliga dystin hjá Bergsøy í bestu deildini, ið var móti stórliðnum, Kolstad. Dysturin var leiktur í Campus Sparebank1 Arena í Volda.

 

Kolstad vann ein greiðan 33-23 sigur. Í steðginum var Kolstad á odda 16-10.

 

Ovi skoraði eitt mál upp á fimm málroyndir. Ovi legði tó upp til fýra mál.

 

Sunnudagin 6. september spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Nærbø.