Føroyingar eru slóðbrótarar í fiskiskapi í Arktis

Magni Arge hevur í dag hildið røðu á ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø í Noregi. Á ráðstevnuni greiddi Magni Arge millum annað frá átakinum um Føroyar sum maritiman tænastudepil. Hann greiddi eisini frá, hvussu føroyingar hava bygt upp eitt framkomið samfelag í útnorðri við støði í tjóðarbygging og gagnnýtslu av havsins tilfeingi. Hann nevndi millum annað, at føroyskir fiskimenn í mongum lutum vóru millum teir fyrstu at royna nýggjar fiskileiðir í arktiska økinum.

- Fyri okkum, sum liva við og av nattúruni, er tað umráðandi, at vit gagnnýta tilfeingið, vit hava, og at vit gera tað skynsamt, so veiðan kann halda fram ár um ár. Hetta snýr seg um búskap fyri okkum og um samljóð millum menniskju og náttúru, segði hann.

 

Hann staðfesti eisini, at tað er stórur munur á, hvat býarfólk í kontinentalum stórbýum halda vera burðardygt, og hvat vit í útnorðri og Arktis halda burðardygga veiði snúgva seg um.

- Fyri mong onnur snýr tað seg um at forða fyri eitt nú kópa- og hvalaveiðu av djóraetiskum orsøkum. Tað hevur verið veiðisamfeløgunum í Arktis ein dyggur smeitur, og tað hevur harafturat við sær, at vistfrøðiliga javnvágin er skeiklað, tí vaksandi kópa- og hvalastovnar eru grammir at eta burtur av fiskastovnunum, sum hava so stóran búskaparligan týdning, nevndi hann.

 

Magni Arge mælti til, at londini í arktiska økinum og útnorðri gera eina niðurstøðu um, hvat burðardygg veiða og menning merkir í arktiskum høpi, og at tað verður sett øðrum londum sum treyt fyri at koma upp í arktiska samstarvið, at tey taka undir við arktiska leistinum og steðga áganginum móti burðardyggari veiði eftir hvali og kópi.