Føroyar og Noreg drógu nógv fólk til Unity Arena í Oslo, tá mans-EM í hondbólti varð spælt í januar. Men hóast stóru áskoðarafjøldina eydnaðist als ikki at fáa norska partin av endaspælinum at bera seg.
Norges Håndballforbund váttar fyri norska miðlinum VG, at sambandið hevði eitt hall upp á 9,5 milliónir norskar krónur av EM.
Tað svarar til umleið 6,6 milliónir danskar – ella føroyskar – krónur.
Noreg skipaði fyri EM saman við Danmark og Svøríki og hevði tveir av innleiðandi bólkunum. Føroyar spældu sínar dystir í Oslo, har stórar fjøldir av føroyskum áskoðarum vóru við til at seta sín serliga dám á kappingina.
Men nógvu áskoðararnir vóru ikki nóg mikið til at fáa roknistykkið at ganga upp.
– Tað er ikki superdramatiskt. Tað er betri enn fíggjarætlanin. Vit fóru inn í hetta við opnum eygum. Men vit kunnu ikki halda fram soleiðis, sigur Erik Langerud, aðalskrivari í norska hondbóltssambandinum, við VG.
Høllin kostaði milliónir
Ein stór orsøk til hallið er, at Noreg ikki hevur eina hóskandi stóra hondbóltshøll til slíkar kappingar.
Tí mátti innandura fótbóltsvøllurin Unity Arena byggjast um til hondbóltshøll. Sambært norska hondbóltssambandinum kostaði hetta millum 12 og 14 milliónir norskar krónur.
Unity Arena varð eisini brúkt sum høvuðshøll undir HM árið fyri. Tá hevði norska hondbóltssambandið eitt avlop upp á 3,5 milliónir norskar krónur.
Men tá hevði norski staturin latið 10 milliónir krónur í stuðli.
Til EM í januar kom eingin almennur stuðul.
Danmark og Svøríki høvdu hinvegin avlop av sínum parti av EM, upplýsir Erik Langerud fyri VG.
– Øll onnur tjena pengar
Noreg skal aftur vera vertur fyri stórum hondbóltskappingum. Landið skal saman við øðrum londum, teirra millum Danmark, skipa fyri kvinnu-EM í 2028 og mans-HM í 2031.
Men norska hondbóltssambandið ávarar nú um, at tað ikki gevur meining at halda fram við stórum endaspølum, um eingin hóskandi høll er og eingin almennur stuðul fæst.
Erik Langerud vísir á, at nógvu útlendsku áskoðararnir undir EM løgdu nógvar pengar eftir seg í Oslo og góvu bæði handilslívinum og norska samfelagnum inntøkur.
Hondbóltssambandið, sum skipaði fyri, sat kortini eftir við rokningini.
– Tá øll tjena pengar upp á eitt endaspæl uttan fyriskiparin, so er okkurt galið, sigur Erik Langerud við VG.
Norska hondbóltssambandið slepti í summar ætlanunum um at bjóða seg fram sum vert fyri bæði kvinnu- og mans-EM í 2034.
##med2##
##med3##
##med4##
RITZAU/VG













